Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

05/06/2021

Broytt skúlagongd í forskúlanum.

Føroya Pedagogfelag hevur lýst ein arbeiðssteðg fyri allar pedagogar, ið starvast í forskúlanum frá mánadegi 7.juni kl 7.00 til týsdagin 8.juni kl 7.00.

Av hesi orsøk verður ongin skúlagongd í forskúlanum nú mánadagin 7.juni.

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava lýst verkbann galdandi frá týsdegi 8.juni kl 7.00. Forskúlin verður tí skipaður øðrvísi, helmingurin av flokkinum er í skúla hvønn dagin so leingi verkbannið er lýst. Nærri kunning við navnalistum verður send foreldrum.