Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

24/05/2021

Nýggj coronastøða

Góðu næmingar og foreldur! 

 Skúlagongdin byrjar sum vanligt í morgin týsdagin 25.mai kl. 8.00. 

9.flokkur fer próvtøku í Látrinum eftir lýstu próvtøkuskrá. Næmingar sum eru í sóttarhaldi, fara ístaðin til sjúkrapróvtøku í august.

Henda nýggja corona støðan ger, at vit venda aftur til tilmælini , sum vóru galdandi við skúlaársbyrjan 2020. 

Tey vóru: 

At foreldur ikki koma inn í skúlan við teirra børnum 
Flokseinsemi – flokkarnir koma sum minst í samband við aðrar flokkar 
Handreinføri – at næmingar vaska hendur, tá teir koma í skúla og síðan við jøvnum millumbili 
Frástøðu – mælt verður til, at næmingar bert eru saman við børnum í teirra flokki, bæði í og aftaná skúlatíð.
 
Nógvir flokkar gleða seg í ár, at sleppa á seturskúla í ár. Hetta ber til, um næmingar bert eru saman í egna flokki.

Tit fáa nærri boð um serstøk tiltøk seinni. 

Viðfest er skriv frá Undirvísingarstýrinum. Trýst á her og les skrivið.

 

Vinarliga 

Marjun Holm