Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

23/04/2021

Flagsdagshald í Miðrók

Fyri fyrstu ferið í 13 mánar, samlaðust øll i skúlanum til eina felagsløtu. Flaggdagurin er sunnudagin, so í dag hevur verið flagsdagshald í skúlanum, sum Eyðun á Borg so meistarliga stóð fyri. Hann sang nógvar góðar sangir saman við okkum. Stuttligt at hoyra gott og væl 400 fólk syngja saman aftur. 

Flaggdagurin

Flaggdagur verður hildin 25. apríl at minnast, at bretska stjórnin seint á kvøldi tann 25. apríl í 1940 í BBC gav boð um, at føroysk skip skuldu sigla undir føroyska flagginum Merkinum.

Longu í 1919 varð Merkið fyrstu ferð borið fram av føroysku studentunum Jens Olivur Lisberg, Janusi Øssurssyni og Paula Dahl í Keypmannahavn.

Í 20-árunum fóru fólk at flagga við Merkinum, og hóast tað ikki var loyvt at brúka "Merkið", so vant tað upp á seg í 30-árunum.

Hetta hevði við sær flaggstríð í Føroyum, sum vardi øll árini, til Føroyar vórðu hertiknar av bretum í 1940.

Tann 9. apríl varð Danmark hertikið av týskarum, og longu sama dag flaggaði sluppin "Eysturoyggin" við Merkinum.

Føroyar vórðu hertiknar av bretum 13. apríl, og bretar góðtóku ikki, at føroysk skip sigldu undir Dannebrog.

Danski amtmaðurin, Cai A. Vagn-Hansen, vildi ikki at føroyingar skuldu flagga við Merkinum og bretski konsulin Frederic Cecil Mason skeyt upp at brúka eitt grønt flagg við hvítum krossi.

Tá hesi tíðindi bórust, varð skipað fyri fólkafundum og kravgongum í Havn, og tann 25. apríl hoyrdist endaligu boðini úr Bretlandi í BBC, um at føroysk skip skuldu flagga við føroyska flagginum.

Síðan 1947 hevur 25. apríl verið hildin sum flaggdagur føroyinga, og Merkið hevur verið viðurkent sum tjóðarflagg føroyinga.(snar.fo)