Skrivað hevur Rudi Olsen

27/03/2021

Endabresturin á øðrvísi viku á hádeild

Øðrvísi vikan á hádeild endaði heilt fantastisk niðri í Sandagerði, har dypp, flogbóltsspæl, bál og hugni var á skrá. 

Áðrenn farið var oman í Sandagerð savnaðust vit í Miðrók, har kunngjørt varð, at næmingarnir, við stuðulsrenningini, høvdu savnað yvir 10.000 kr. inn til Reyða Kross, og at skúlin samlað hevði savnað inn yvir 30.000 kr. Tað halda vit er sera flott, og vit takka so hjartaliga fyri dygga stuðulin! 

Síðani høvdu vit avdúking av vinnarunum frá Hugleiðing og  #sjittvithavatađgott-kappingunum.  Sjúrður í 7.a vann kappingina um at senda inn eina hugleiðing frá vikuni. Í myndakappingini vann Teresa í 8.a 1. virðisløn, Maria í 7.a 2. virðisløn og Mattias K. í 7.a  3. virðisløn. 

Eftir hetta gjørdu vit andlitsmasku úr banan og hunangi og spældu høvdingabólt. Endaliga støðan í høvdingabóltskappingini gjørdist 2 -1 til B-flokkarnar.

Allir næmingarnir hava fingið heimagjørda pappírið, ið vit gjørdu í vikuni, og andlitsmaskuna heimvið. Vit hava eggjað teimum til at nýta pappírið til at gera eitt fitt páskakort og gleða ein kæran :) 

Vit takka fyri eina sera góða viku og ynskja tykkum øllum einar gleðiligar páskir!

Læraratoymið á hádeild

     

     

Fleiri myndir eru lagdar út á floksheimasíðurnar

#sjittvithavataðgott - myndakapping

  

Teresa 8.a                                           Maria 7.a                                         Mattias K. 7.a