Skrivað hevur Símun Abrahamsen

26/03/2021

Innsavningin til Reyða Kross Føroya væleydnað!

Væleydnað søla av lutunum, næmingarnir høvdu framleitt hesa vikuna!

Innsavningin í Miðrók hósdagin var væl vitjað.

Seinnapartin hósdagin frá kl 15.00 - 17.00 vóru foreldur, avvarðandi o.o. í skúlanum og stuðlaðu við at keypa lutirnar, ið framleiddir vóru.

Higartil hevur sølan, saman við peningaflytingum frá stuđulsrenningini í hádeild, givið heilar KR. 31.104,-  - og tað er framvegis møguleiki hjá fólki at flyta pening.

Peningurin fer óskerdur til Reyða Kross Føroya.

Vit takka fyri dygga stuðulin!!!