Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

22/03/2021

Innsavnan til Reyða Kross Føroya hósdagin kl. 15.00-17.00

Sum tit vita, hava vit Øðrvísi dagar hesa vikuna, vika 12.

Vit arbeiða út frá 4 Heimsmálum, sum eru: ”Fátækradømi”, ”Mat til øll”, ”Góð heilsa og vælvera” og ”Góðska í útbúgving”.

Allir skúlin er býttur í bólkar, sum arbeiða í ymiskum verkstovum.

Hósdagin 25. mars verður í tí sambandinum ein innsavning. Vit savna pening saman, sum fer óskerdur til Reyða Kross Føroya.

Innsavningin fer fram í Miðrók hósdagin kl. 15.00-17.00, har høvið hjá foreldrum og avvarðandi er, at koma og stuðla hesa verkætlan við at lata eitt oyra, í reiðum peningi, til endamálið. Lutirnir, sum næmingarnir hava framleitt gjøgnum vikuna, vera til sølu tá. Eingin ávísur prísur er settur á lutirnar, men høvdu vit verið takksom, um tit koma og stuðla Reyða Krossi Føroya hendan dagin.

 

Møguleiki er eisini at flyta pening á konto í Bank Nordik 6460 - 6188089 og viðmerk ”innsavnan á Skúlanum á Argjahamri”.

 

Vinaliga

Skúlin á Argjahamri