Skrivað hevur Símun Abrahamsen

19/03/2021

Øðrvísi vika - HEIMSMÁLINI

Komandi viku er tímatalvan niðurløgd og arbeitt verður við teimum 5 fyrstu heimsmálunum

Grunddeild, Miðdeild og Hádeild skipa hesa vikuna fyri ymiskum verkstovum á deildunum.

Nógvar av hesum verkstovum fara at framleiða ymiskar vørur, sum fólk kunnu keypa.

Hádeildin fer at skipa fyri stuðulsrenning.

Peningurin fer óskerdur til Reyða Kross

Dagurin er skipaður soleiðis, at fyrri parturin av degnum er ein framløga av einum av heimsmálinum, og seinni parturin er ein kreativur verkstaður.

Grunddeildin er í skúla frá 8.00 – 12.00. Tey fara í frítíðarskúla, tá tey eru liðug í skúlanum.

Miðdeild er í skúla frá 8.00 – 13.00

Hádeildin er í skúla frá 8.00 – 13.00, tó fara báðir 9.flokkarnir á seturskúla í endanum av vikuni

mikudag til fríggjadag

 

Dagsskrá:

08.00 - 08.30: Morgunløta í flokkunum

08.30 - 09.30 Verksstova (írokna lítla matpakka í grunddeild)

09.30 - 10.00: Fríkorter

10.00 - 11.30:  Verksstova

11.30 - 12.00: Matarsteðgur og fríkorter 

12.00 - 13.00: Verksstova, taka saman um, rudda og enda dagin.

Hvør dagur er einstakur, so at ta byrjað verður við einum nýggjum evni hvønn morgun.