Frá mikudegnum 17. februar fara vit at krevja, at fólk lata seg úr skónum, tá tey koma í skúlan.
Fyrr hevur tað ikki verið heilt rímiligt at biðja fólk fara úr skónum og síðani bjóða teimum einar vátar og skitnar trappur.
Trappurnar hava verið vaskaðar hvønn dag í dagtímunum, men vaksandi virksemið aftan á skúlatíð, hevur havt við sær, at vit hvønn morgun koma til einar óvaskaðar trappur.
Men nú verður vaskað um náttina ella tíðliga á morgni, áðrenn arbeiðstíð.
Og tí kunnu vit nú, við góðari samvitsku, biðja fólk lata seg úr um beinini og bera skógvar, stylvar o.l. í hondini til ta deild ella stovu ein skal.
Og helst standa inniskógvarnir har :-)
Leiðslan