Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

09/02/2021

Føstulávintshald verður mánadagin 15. februar

Mánadagin 15. februar 2021 verður føstulávintshald við tunnusláing her á skúlanum.

Næmingarnir møta grýluklæddir kl. 9:00. Skúlin letur upp áðrenn kl. 8, um onkur hevur brúk fyri at møta fyrr.

Vit sláa tunnu, okkurt leskiligt verður at fáa, og ársins grýlur verða valdar.

Týsdagin 16. februar er frídagur. 

Vanlig skúlagongd er mikudagin 17. februar.


Her síggjast myndir frá Føstulávintshaldinum í fjør