Skrivað hevur Símun Abrahamsen

04/02/2021

Ongum er so trygt at fara...

Kend orð og kendir tónar aftur at hoyra

Hevði gjørt klárt til morgunsang tíðliga í morgun.

“Ongum er so trygt at fara” var varpaður upp á stórskýggja og fitta skeltið, sum húsavørðurin hevði gjørt, var sett

fram: “MORGUNSANGUR - órógvið ikki løtuna” stóð á.

 

Nakrir dreingir úr 4. flokki sótu ovalaga í Miðrókini og hugdu yvir á skýggjan, - klokkan nærkaðist 8.

“Tað er grunddeildin, sum hevur morgunsang, ha?” spyr ein teirra.

“Nei, í dag eru tað tit í miðdeildini!” svari eg

Bleiv ikki sørt kløkkur, tá teir lupu upp: “Jubbii, vit hava morgunsang - og runnu so inn í sína deild at kunngera

hesi, í teirra oyrum, stórtíðindi.

_ _ _ 

Síðani korona bjóðaði øllum heiminum av, hevur felags morgunsangur ikki verið í miðrók.

Men í gjár byrjaðu vit aftur - varisliga.

Fyrst grunddeildin, so miðdeildin í dag, og í morgin er tað hádeildin.

Tað er so eyðsýnt, at tey flestu hava saknað hesa løtuna á morgni, og fleiri høvdu orðið á, hvussu hátíðarligt og

hugfarsligt tað kendist.

Vónandi verður tað morgunsangurin og ikki koronan, ið at enda vinnur!

 

Símun