Skrivað hevur Símun Abrahamsen

11/01/2021

30-ára starvsdagur

Fríggjadagin 15. januar hevur skrivari 30-ára starvsdag

Fyri 30 árum síðani var Louisa Poulsen sett í starv sum skrivari í Argja skúla, sum í 2011 bleiv til skúlan á Argjahamri.

Nú, 30 ár seinni, er hon framvegis í starvi í skúlanum á Argjahamri.

Louisa er ættað úr Skopun. Dóttir Steingrím (Gimma) og Frederikku (Gikku) Poulsen.

Tey eru tvey systkin.

Bróðurin, Vilhelm Poulsen, eins og Louisa, búgva bæði á Argjum.

14 ára gomul flutti hon til Havnar.

Louisa tók handilsskúlaprógv og arbeiddi síðani í 12 ár hjá Landshandlinum og 6 ár hjá P/F Thomas Dam.

Eisini arbeiddi hon á skrivstovuni hjá heilsurøktini áðrenn hon, sum nevnt, fyri 30 árum síðani, byrjaði sum skrivari í skúlanum á Argjahamri.

Børnini eru trý, Guðrið Hansdóttir, Fróði Hansen og Bjarki Hansen.

Øll trý úrmælingar í tónleiki og sangi. - Og hetta hava tey ikki frá fremmandum: Pápin, Hans Karl, var helst ein av bestu gittaristum í Føroyum, og tað, sum ikki øll vita, er, at Louisa hevur eina framúr vakra songrødd!

Tað hevur altíð eyðkent Louisu, at hon er arbeiðssom og vil hava “ordan í tingunum”,  er ærukær, sum fáur og røkir sítt arbeiði, sum var tað hennara egna virki.

Tá talan er um fráveru, so er tað næstan líka ofta, at skúlin er stongdur fyri veður, sum at Louisa ikki er til arbeiðis :-)

Louisa hevur seinastu 10 árini búð saman við Finnboga Hansen.

Fríggjadagin kl. 14 verður samkomu fyri Louisu og “hennara”.

Av støðuni við koronu, er hetta bert fyri innboðin!

Vit Ynskja Louisu til lukku við starvsdegnum!!