Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

19/11/2020

Fyrsti kavadagur

Tað vóru spent og glað børn, ið møttu í skúla í morgun. Uttan iva hevur kavin verið ein av orsøkunum.
Ígjøgnum allan skúladagin hava børn, stór sum smá, hugnað sær. Tey hava spælt kavakríggj, bygt kavamenn og mangt annað.
Vit sótu nógvar reyðar kinnar, tá børnini høvdu verið úti í fríkorter.

Kavamannin á myndini hava Brandur og Janita í 3. flokki gjørt  - vit mugu øll ásanna, at korona hevur ávirkan á hugflogið hjá børnunum. :-)

 (Trýst á myndina og hon gerst størri)

Eyðbjartur Sólheyg Skaalum hevur skrivað.