1) Søga og víkingar (Settlement of Iceland)
Hvør búsetti seg fyrst í Íslandi og hvussu komu tey? Hvussu livdu fólkini har?
Hvørjar eru sagnirnar (sagurnar)? Og hvat er sambandið til Føroyingasøgu?
- Gerið eina plakat ella teknirøð um landnámstíðina í Íslandi.
2) Íslendska málið
Hvat er upprunin til íslendska málið. Hvussu ljóðar íslendskt? Hví líkist málið forn-norrønum máli?
Er nakar málpolitikkur í samband við varðveitslu av íslendska málinum? Hvussu er við ensku ávirkanini?
- Gerið eina lítla orðabók til flokkin við orðum, sum ferðafólk kunnu brúka.
3) Politikkur og samfelag
Hvussu nógv fólk búgva í landinum? Ymisk samfelagslig hagtøl? Hvussu verður Ísland stýrt? Hví er Ísland kent fyri javnstøðu? O.s.fr.
- Gerið eina plakat, sum greiðir frá politikkinum og samfelagnum.
4) Skúlalív í Íslandi
Hvussu eru skúlarnir skipaðir í Íslandi? Hvørji lærugreinir hava næmingar í Íslandi?
Er munur á skúlum í Íslandi og í Føroyum? O.s.fr.
- Gerið eina plakat: “Ein dagur í lívinum hjá einum íslendskum næmingi” Samanberið við tykkara egna skúla
5) Matur og gerandislív
Hvat eta fólk vanliga í Íslandi? Hvørjir rættir eru tjóðarrættir?
Hvat kundu tit hugsað tykkum at smakka? Er íslendsk matmentan í vanda?
- Gerið eina “íslendska matarskrá.”
6) Tónleikur og mentan
Hvørjir kendir íslendskir tónleikarar eru? Hvat er serligt við íslendskum tónleiki?
Hví eru so nógvir tónleikarar úr Íslandi kendir í heiminum?
Hvussu ljóðar málið í sangunum? O.s.fr.
- Gerið ein lítlan playlista (3–4 sangir) Greiðið stutt frá, hvat sangirnir snúgva seg um og spælið eitt stutt brot fyri flokkinum.