Ein deiligur søgutími
í dag hevur flokkurin arbeitt í bólkum. Bólkarnir høvdu hvør sítt evni, sum teir lósu, gjørdu eina plakat til og løgdu fram. Allir næmingarnir løgdu sítt fram fyri trimum øðrum úr hinum bólkunum. Hetta kalla vit ekspertkarusellen, og er hetta ein góður máti at fáa øll virkin, og at fáa øll at leggja fram, uttan at tað skal kennast møtimikið.
Listasavnið 30.03.22
Vit hava vitjað serframsýningina "Landslag í broyting". Eitt starvsfólk á Listasavninum vísti okkum runt og greiddi frá ymisku listasverkunum, sum var alt frá gomlum landslagsmálningum til virtual reality, ein sera áhugaverd framsýning!
Bókasavnshugni
Í desembur mánaði las Elin søgur fyri næmingunum á bókasavninum. Tað var ein sera hugnalig løta!
Lívfrøði
Í lívfrøði hava vit arbeitt við mannakroppinum, har vit hava tosað um hjarta og lungu. Komandi undirvísingartímar fara vit at hava um sodning og læra um uppgávurnar hjá ymisku gøgnunum sum maga, livur, tarmum og nýrum.
Í hesum sambandi høvdu vit útvegað okkum ein seyðamør við vælindi, lungu, hjarta, livur og nýra.
Vit tosaðu um uppgávurnar hjá vælindi, lunga, hjarta, livur og nýra.
Næmingarnir fingu høvi at skera í mørin og m.a. sóu vit hinnur í hjartanum, sum allarhelst skilir hjartakømrini.
Vit fara seinni í hesum skúlaárinum at hava um landbúnað, har vit koma inn aftur at hetta