Hósdagur 18. desembur
Fyrrapart:
Jólahald fyri næmingum og starvsfólkum.
Næmingar møta kl. 9.00.
Skrá:
1. Næmingarnir møta í Miðrók kl. 9.00 til felagssang og framførslur.
- · Marin ynskir øllum vælkomnum
- · Felagssangur
- · Forskúlin syngur
- · 1. flokkur syngur
- · 3.flokkur gongur Lusia
- · 5. flokkur framførur leik
- · 6. flokkur framførur jólaevangeliið
2. Vit dansa jólatræ. Jólamaðurin kemur møguliga at vitja.
3. Næmingar í 4. flokki býta jólapakkar út.
4. Dagurin endar uml. kl. 12.00. Næmingar í grunddeild verða ansaðir, til frítíðarskúlin letur upp.
Um kvøldið:
Jólahugni og framførslur fyri næmingum og foreldrum kl. 18.00.
- · Marin ynskir øllum vælkomnum
- · Felagssangur
- · Forskúlin syngur
- · 1. flokkur syngur
- · 3.flokkur gongur Lusia
- · 5. flokkur framførur leik
- · 6. flokkur framførur jólaevangeliið
- · Felagssangur
Aftaná bjóða foreldraumboðini í flokkunum ein drekkamunn í stovunum. Skúlin útvegar koppar, serviettar og mjólk.
Fríggjadagur 19. desembur
Kirkjugongd
- · Miðdeild og Hádeild fara í kirkju kl. 9.00 - 10.00
- · Grunddeild fer í kirkju kl. 10.30 - 11.30
Tá kirkjugongdin er liðug er jólafrí. Næmingarnir í hádeild fáa støðumet frá flokslærarunum eftir kirkjugongdina.
Tey, sum skulu í frítíðarskúla, fylgjast við lærarunum niðan í skúlan aftur.
Skúlin byrjar aftur mánadagin 5. januar kl. 8.00
GLEÐILIG JÓL OG GOTT NÝGGJÁR!