Skrivað hevur Hans Fróði Jensen

21/11/2025

Kunning: Barnaormur staðfestur í einum flokki í grunddeild

Vit vilja við hesum kunna um, at barnaormur er staðfestur í einum flokki í grunddeild.

Tað er ikki óvanligt, at barnaormur breiðir seg millum børn, og tí er týdningarmikið, at foreldur eru tilvitað um støðuna og taka neyðugt fyrivarni heima.

Vit mæla til, at tit kunna tykkum um barnaorm á heimasíðuni hjá apotekinum.