Skrivað hevur Hans Fróði Jensen

28/11/2025

Pyntidagur á skúlanum – 9.a vann hurðakappingina á hádeild

Í dag hevur verið pyntidagur á skúlanum. Í øllum bygninginum merkist, at jólamánaðin nærkast – ljós í vindeygunum, pappír á borðunum og jólaløg úr hátalaranum. Allir flokkarnir hava hugnað sær og gjørt sínar floksstovur klárar til desember.

Á hádeild varð eisini sett lív í eina serliga kapping: Hvør flokkur fekk flottastu og mest jólaligu hurðina?

Tá alt varð lagt saman, var tað tó 9.a, ið vann. Tey høvdu gjørt eina holu inn til Grinchin: svørt “fjøll” rundan um hurðina, ljós ímillum, kavi á gólvinum og skelti, ið vístu leiðina til Whoville og Mount Crumpit. Stuttligt, øðrvísi og ordiliga væl hugsað.