Skrivað hevur Hans Fróði Jensen

16/12/2025

Kunningarfundur um forskúlan

Góðu foreldur.

Vit bjóða tykkum hjartaliga vælkomin til kunnandi fund um forskúlatilboðið á Skúlanum á Argjahamri. Fundurin verður mánakvøldið 12. januar 2026 kl. 17.00 í skúlanum.

Fundurin er fyri øll, ið eiga børn í forskúlaaldri, og sum umhugsa at melda barnið til. Vit greiða frá, hvussu forskúlin er skipaður, og tað verður eisini høvi at seta spurningar.

 

Um forskúlan í Skúlanum á Argjahamri

Skúlin á Argjahamri hevur ein sera góðan og væl virkandi forskúla. Leikur og spæl eru týðandi partur, og læringin tekur støði í spæli. Fakliga verður bygt oman á teir lunnar, ið lagdir eru í heimi og dagstovni. 

Forskúlin leggur stóran dent á at møta børnunum har tey eru, og er hetta ein av orsøkunum til, at øll undirvísing í forskúlanum hevur eina spælandi tilgongd.

Høvðusøkini hjá forskúlanum eru hesi:

Mál og málmenning, støddfrøði, náttúru og náttúrufyribrygdum, rørslu og motorikki, sosialum førleikum, samstarvi og handa- og listagávum.

Forskúlin arbeiðir m.a. við føroyskari mentan, árstíðunum, føroysku náttúruni, heilsu, persónligari menning, bókstavaljóðum, málspølum, talfatan og hvussu vit eiga at bera okkum at í ferðsluni.