Brotin tímatalva
Brotin tímatalva
Seinastu dagarnar, fram til summarfrítíðina, hevur 2. flokkur arbeitt við ”brotnari tímatalvu.”
Hetta er fyrstu ferð at 2. flokkur arbeiðir við brotnari tímatalvu.
Í høvuðsheitum snýr tað seg um, at vanliga tímatalvan er niðurløgd og ein nýggj tímatalva verður tikin í brúk.
Tað serliga við tímatalvuni er, at har eru nakrar ávísar uppgávur, ið næmingarnir skulu gera, áðrenn vikan er úti.
Næmingarnir stýra síðani sjálvir, hvørjar uppgávur teir fara í gongd við og velja somuleiðis, nær teir gera tað.
Tá arbeiði er liðugt, seta tey ein kross við lidnu uppgávuna.
Uppgávurnar eru ymiskar, og allar lærugreinarnar eru umboðaðar.
Í staðin fyri at rætta hondina upp, tá tey hava tørv á hjálp, hava tey fingið eitt pappstykkið, ið tey heingja á talvuna. Tá lærarin sær hetta fer hann yvir til næmingin at hjálpa.
Stovan verður inrættað nakað øðrvísi.
Næmingarnir velja sjálvir, hvar teir sita og arbeiða.
Tað kann vera á gólvinum, í sekkjastólum, við borð o.s.fr.
Eisini er floksstovan inrættað við onkrum ”kontórum” eisini.
2. flokkur hevur nú roynt hetta í 3 dagar.
Hetta hevur eydnast eydnast sera væl. Næmingarnir duga væl at stýra síni egnu tímatalvu – hetta er øðrvísi og góð ”avveksling” frá vanligu tímatalvuni.
”Hetta er gott, tí vit sleppa sjálvi at avgera, nær vit gera hvat, og so kunnu vit eisini gera eitt sindur av onkrari uppgávu í senn, ístaðinfyri at vit skulu gera alt liðugt beinanvegin.” – sigur ein vælnøgdur næmingur í 2. flokki.
Undirvísararnir lata væl at úrtøkuni - tey eru Jóanes, Eyðbjartur, Nina og Randi