Skúlaárið 2018/19

Endurnýtsla: Ymiskar verkstovur í miðdeild

Í Miðdeild arbeiða flokkarnir við ymiskum evnum, ið øll hava okkurt við endurnýtslu og umhvørvið at gera.

Í 4 flokki gera tey telefon haldarar burtur úr vesrullum, síðani fara tey at stoypa pappír og gera standmyndir burtur úr endurnýtslu. í 5 flokki gera tey erkjur, endurnýta sokkar og gera brúktar glaskrukkur til penar flottar krukkur.

6.flokkur hevur verið í Endurnýtsluni og fingið frágreiðing um, hvat tey gera har. Síðani fóru tey til Dugna, har tey sóu verkstaðin og hvat tey arbeiða við.

Næmingarnir í miðdeild halda tað vera sera stuttligt og spennandi at sleppa at arbeiða annaleiðis.

Skrivað hevur Bjørg Sigtórsdóttir