Skúlaárið 2018/19

Endurnýtsla: Smíð verkstovan endurnýtir træ

Smíð verkstovan á Skúlanum á Argjahamri, er ígongd við at gera eitt langborð og ein kompostkassa. Langborið skal niðan á hádeild at standa. Tey fara at gera langborið av plankum, ið eru endurnýttir frá einum byggipalli á Glasir.
Kompostkassin skal eisini smíðast við endurnýtslutilfari. Her nýta tey plattar, sum tey hava tikið sundur.

Vit hava spurt Allan Michelsen, sum er lærari í smíð verkstovuni, hví tey gera kompostkassa:
“Skúlin fer at fáa nýggj ruskíløt, har sum man koyrur mat í, tað skal samlast saman og koyrast í kompostkassan”, ljóðar tað frá Allan.

Á verkstovuni eru 11 næmingar. Tveir av teimum eru Heini og Ári í 8.a. teir eru sera glaðir fyri at vera á smíð verkstovuni.

“Vit hava skorið eina rúgvu av brettum, vit hava eisini hjálpt við at gera langborið og hála brettir úr byggipallinum. Vit valdi smíð tí at man ger okkurt saman” ljóðar tað frá Heina.

“Ja, tað er øgiliga sosialt” sigur Ári og leggur afturat, “Vit báðir dáma ordiliga væl smíð”.

Skriva hevur Martin Heldarskarð, miðlatoymið.