Skúlaárið 2018/19

Endurnýtsla: Ymiskar verkstovur í grunddeild

Í 1.flokki hava tey endurnýtt eggjabakkar og í 2. flokki hava tey endurnýtt kovboybuksur.

Í 3 flokki hava tey límað bløð á glaskrukkur, gjørt seglbátar úr eggjabakkum, og so hava tey eisini gjørt akvarium. Harumframt hava tey brúkt vesirullur til at gera figurar, so sum uglur og gular Minions.

Vit hava tosað við læraran í 3. flokki, Bjørg Akraberg Poulsen, hon sigur soleiðis:
“Børnini fara at brúka gløsini til at gera ljósastakar, sum kunnu hangast upp, t.d. á trøð.”

Í 3. flokki ganga 47 næmingar, vit hava tosað við ein teirra.
“Eg havi málað ein bát, og eg havi eisini klippt og teknað. Hetta hevur veri ein ordiliga stuttligur dagur.”, sigur Saxo, næmingur í 3. flokki

Skrivað hevur Martin Heldarskarð, miðlatoymið