Skúlaárið 2018/19

Endurnýtsla: Dukkur og pynt

Kreativi bólkurin í hádeild heldur, at tað er sera stuttligt og hugnaligt, at vera saman við vinum og arbeiða kreativt.
”Eg hevði ynkst, at vit høvdu nógv fleiri kreativ fak í hádeild” sigur ein næmingur.

Hesar dagarnar fara tey at endurnýta plastposar, ið tey gera til taskur. Tey fara eisini at planta tomatir, ið vata seg sjávan. Harafturat endurnýta tey sokkar og gera fittar bamsur burturúr gomlu sokkunum.

Skrivað hevur Bjørg Sigtórsdóttir, miðlatoymið