Skrivað hevur Hans Fróði Jensen

29/01/2026

LUMMALYKTALESING 3.februar 2026 - Innbjóðing til næmingar í 3. og 4. Flokki.

Fyrst í februar er tiltakið "Huldulitt" í Havn. Ì hesum sambandi fara vit á skúlabókasavninum á Argjahamri at skipa fyri LUMMALYKTALESING, sum verður týskvøldið 3.februar kl 18-19. 

Tey skulu hava lummalykt við, og tey kunnu taka eitt teppi við.

Tey kunnu taka ein vaksnan við, t.d. eina gummu, ein abba ella onkran, sum hevur hug at koma við.

Vit gleða okkum at síggja tykkum

Vinarliga

Sára, Guðrið og Elin