Øðrvísi dagar
Hesaferð var evnið í øðrvísi døgunum: "H. C. Andersen". Næmingarnir lærdu um rithøvundan, ið eisini gav íblástur til at tekna profilarnar hjá øllum næmingunum, ið skulu klippast og hangast upp í flokshølinum - vit funnu nevnliga útav, at H. C. Andersen eisini var serstakliga dugnaligur til at klippa illustratiónir av ævintýrum hansara og at tað var hann, ið fann uppá at klippa jólahjørtuni, sum flest okkara munnu hava roynt at klipt ella í hvussu er at kent hugnan av, tá pyntað verður til jóla. Næmingarnir fingu lisið upp ævintýr, sóu ævintýr filmatiserað, arbeitt bleiv við ævintýrinum sum tekstaslag og siðsta dagin, fingu tey sjálvi høvi at lesa ævintýr upp fyri áhoyrarum, tá vit fingu so fitta vitjan af einum 3. flokki úr grunddeild. Tey dugdu so sera væl at taka ímóti, taka sær væl av gestunum - og ikki minst gjørdu tey sær ómak at royna at lesa so greitt og livandi, sum tey dugdu.