Vitjan á Veðurstovu Føroya við náttúru/tøkni
Vitjanin á Veðurstovu Føroya royndist væl. Bárður A. Niclasen, Ph.d og deildarleiðari, tók sera væl ímóti næmingunum. Framløga hansara var livandi og greið og hann tók sær góðar stundir at lofta spurningum frá næmingunum. Síðani vóru næmingarnir bodnir við út, har teir sluppu inn at síggja og hoyra um veðurballóna og annar bólkurin var so heppin, at tey sluppu at síggja, tá veðurballónin bleiv send upp. Deildarleiðarin kunnaði eisini um onnur mátitól, ið verða nýtt í arbeiðinum á Veðurstovu Føroya. Enn ein túrur, har allir næmingar umboðaðu bæði skúla, seg sjálvar og heim væl. Vón mín her, at høvi skjótt verður aftur at fara túr við náttúru/tøkni.
Vónandi eru tit øll komin væl inn í nýggja árið.
Blíðar heilsur,
Jórun, flokslærari