Næmingar
Útiskúli

Evnisvika - Hans Andrias'ar Djurhuus túrur í niðaru Havnini

Skúlin á Argjahamri hevur havt evnisviku í viku 6, har evnið var Føroyar og nærumhvørvið.
H. A. Djurhuus var eitt evni og eitt verkstað. Vit fingu nógv at vita um H. A. Djurhuus, vit sóu gamlar myndir av Áarstovu, har H. A. Djurhuus vaks upp.
Vit hoyrdu nakrar av hansara fittu sangum, áðrenn útiskúlin fór ein Hans Andriasar túr niðri í Havnini.
Vit hugdu at standmyndini av Hans Andrias Djurhuus og hugdu at húsinum, har Hans Andrias búði. Tað er húsið vit síggja í bakgrundini aftanfyri standmyndina.
Aftaná fóru vit ein túr oman í Gongina og hugdu at økinum har Áarstova stóð, og har Hans Andrias vaks upp og fekk íblástur til skaldskap sín. Áarstova varð tikin niður fyri umleið 90 árum síðani.
Húsahornini á Áarstovu, sum varð tikin niður umleið 1930, eru sligin niður í asfaltið við vinkuljørnum, so til ber at síggja neyvt, hvar húsini hava staðið – og tað er á økinum við flísum, har standmyndiniav Janusi og Hans Andreasi norðan fyri matstovuna Áarstovu, sum er í húsunum, sum verða nevnd Verthúsið

Útiskúlin á vitjan á Vatnaskørðum

Vit fingu høvi at síggja ein bóndagarð og at kunna okkum um gerandisdagin har.
Vit sluppu at geva neytunum breyð og at kela teimum.
Vit sóu eisini mjólkirobottin, sum hjálpir kýrnum við at mjólka
Sum onkur segði, at nú eru heilt uttanfyri har, sum øll búgva

Útiskúlin sleðar á Mortansbrekku

Útiskúlin hevur verið og sleðað í kavanum á Mortansbrekku. Børnini hugnaðu sær óført

Kardamummubýurin oman Stóragarð

Kardamummubýur og Sankta Josef Barnagarður
Útiskúlin hevur verið í Kardamummubýnum í Havn og tosað um býlingin. Vit hava lisið bókina hjá Thorbjørn Egner um Fólk og dólgar í Kardamummubýnum.
Síðani gingu vit yvir um traðirnar yvir á Dalavegin eftir Pedda við Steinsgøtu yvir til barnagarðin hjá nonnunum Sankta Josef Barnagarð,

Vitjan í Badmintonhøllini

Vit vitjaðu í Badmintonhøllini, har eitt foreldur hevði bjóðað okkum.
Vit gjørdu venjingar saman við eldri fólki.
Tey vóru sera hugagóð og røsk at lurta og gera við.
Vit høvdu ein góðan dag og takka fyri vitjanina.

Vitjan umborð á Jákup Sverra

Útiskúlin vitjaði umborð á Jákup Sverra.
Eitt foreldur, hevði bjóðað okkum umborð, ið forkláraði okkum um teirra uppgávu, og hvussu ein dagur umborð á Jákup Sverra sær út.
Vit sóu skipið, sum var sera flott og nútímans.
Vit takk fyri góðu og áhugaverdu vitjanina.

Útiskúlin á Sjósavninum

Útiskúlin hevur verið á Sjósavninum og vitjað. Vit tóku bussin oman og royndu okkum við tráðu. Vit hava sæð gággukrabba, lúsakrabba, krossfisk, jákupskel o.s.fr.
Vit sóu Hans Eli geva longu og hvasskvoysu at eta, og so greiddi okkum frá nøkrum fiskum.
Vit sloppu eisini at halda í krabbunum og krossfiski og sóu, hvussu ein jákupsskel ber seg at, tá hon verður álopin av einum krossfiski.
Síðan tóku vit bussin niðan aftur á hamarin.
Takk fyri ein góðan dag.

Útiskúlin túr í viðalundini

Vit hava verið ein deiligan túr í viðalundini og heintað bløð til eitt komandi kreativt projekt.
Vit hava klatrað, sæð fuglar og dunnur, heintað bløð, granskað og upplivað náttúruna.

Túrur á bókasavninum

Vit hava verið á bókasavninum, har vit ótu okkara lítla matpakka. Síðani spældu vit í spælirúminum og lósu bøkur.
Vit fingu eisini høvi at spæla leik, tí har var pallur og klæði/útgerð, sum vit hugnaðu okkun við.

Túrur til Ljósavatn og Porkerisvatn

Í góðveðrinum hevur forskúlin verið túr við Ljósavatn og Porkerisvatn. Vit høvdu matpakka við og hugnaðu okkum óført.

Útiskúlin túr á Argjahamri og Klingurstjørn

Túrur á Argjahamri, har vit spæla og granska náttúruna

Túr í nærumhvørvinum

Í dag hava vit verið túr í nærumhvørvinum, vit hava vitjað spælipláss og kunnað okkum um umhvørvið kring skúlan