Veturin kom við kulda og kava syngja vit í forskúlanum.
Tað hevur verið serstakliga vakurt kavaveður seinastu tíðina, og hava vit í forskúlanum notið hvørja løtu úti í skúlagarðinum.
Vit hava spælt úti hvønn dag og vit hava havt kaldar bibbur og reyðar kjálkar hvønn dag, tá vit eru komin inn aftur.
Eisini hava vit pyntað træið í flokkinum. Vit hava klipt ymiskar, vakrar kavaflykrir, sum nú prýða træið. Um ikki so langa tíð bráðnar kavin og bløðini fara at vaksa - inntil tá fara vit at njóta kavaveðrið.