Næmingar
Føroyskt

Føroyskt

Tekning til kvæðaørindi - 9.feb.

Ólavur Riddararós

  • Isabella: ø.7 - Ólavur ríður eftir bjørgunum fram, fann hann upp á eitt álvarann.
  • Mira: ø.22. Hon bar fram eitt drykkjusteyp, eiturkornið í tí fleyt.
  • Drós: ø.26. Ólavur studdist við saðilboga, hann kysti tá moy av lítlum huga.
  • Heidi: ø.35. Ólavur vendist til veggin brátt, hann doyði langt fyri midnátt.

Brestis kvæði

  • Nóa: ø.10. Tóku bát úr tøttum neysti, rangt var teimum sjógvað,
                      dreingir settust á rengur niður og høvdingar at rógva.
  • Ria: ø.16. Fullvæl dugdu høvdingarnir vargaseyð at veiða,
                     gingu so at báti oman, fongin við sær leiða.
  • Dávið: ø.18. Albrynjaðar tríggjar tylvtir taldu teir á førum;
                         glitra spjót og gyltir hjálmar, sólin skein á svørðum.
  • Lea: ø. 48. Deyður dettir Havgrímur og Brestir omaná.
                       Beinir berjist menniliga, tó hann falla má.
  • Hákun: ø.60. Heiðurliga teir høvdingarnar jarða undir fløtu.
                          Tróndur tók so dreingirnar og førdi norð í Gøtu. 

Brókatáttur

  • Djóni: ø.6. Jóannis setst upp undir seg, títt við hondum pjakar,
                  rætt sum eggsjúk høna runt í reiðri rakar.
  • Alba: ø.12. Men tá ið hann kom í urðina oman, fekk hann veiðifall,
                       føturnir í veðrið upp, og nakkin í helluna small.
  • Boas: ø.28. Fyrsta takið flundran tók, fast hon á hann seig,
                       hendurnar út í sjógvin fóru, búkur á stokki reið.
  • Martin: ø.44. Tóku teir flundru í bátin inn, í hvørjum spreki knarkar,
                         Jóannis hann fekk sporl um heys, so hann feyk aftur í barka.

Ormurin langi:

  • Benjamin A: ø.4. Forgyltir vóru báðir stavnar, borðini vóru blá,
                                 forgyltan skjøld í toppi hevði, sum søgur ganga frá.
  • Benjamin R: ø.8. Har kom maður á bergið oman við sterkum boga í hendi:
                                 ”Jallurin av Ringaríki hann meg higar sendi.”
  • Benjamin D: ø.19. Gingu teir til strandar oman — fagurt var tað lið —
                                   Dannimarks kongur og Svøríkis kongur og Eirikur jall tann triði.
  • Petur: ø.56. Svøríkis kongur mót Ólavi legði eina morguntíð,
                         tað var sum í bál at líta, skeiðir dundu í.
  • Elias: ø.84. Kongurin leyp í havið út, garpar eftir fylgdu,
                        kongins bróðir síðstur var, teir gjørdu, sum kongurin vildi.

Kvæði - 2.feb.

Lesið tykkara kvæði og gerið viðmerkingar meðan tit lesa.

Ólavur Riddararós: Isabella, Mira, Drós og Heidi

Brestis kvæði: Nóa, Ria, Dávið, Lea og Hákun

Bróka táttur: Djóni, Alba, Boas og Martin

Ormurin langi: Benjamin, Benjamin, Benjamin, Petur og Elias

Um tit ikki hava fingið pappírið, ber til at lesa  kvæðini her: https://eystdans.dk/kvaedabokin/ 

 

Tit skulu hugsa/gera viðmerkingar um:

- kvæðaeyðkennini

- hvat slag av kvæði tykkara kvæði er, og hvar tað hoyrir til í talvuni

- tíð, stað og persónar. Skrivið heilt stutt um persónarnar (uml. 2 reglur)

- evni

Lærið tykkum at stigbenda hesi lýsingarorðini uttanat:

26.jan.

ringur - verri - verstur

illur - verri - verstur

ofta - oftari - oftast

gjarna - heldur - helst

væl - betur - best

 

23.jan.

grunnur - grynri - grynstur

fáur - færri - fæstur

stórur - størri - størstur

lítil - minni - minstur

ungur - yngri - yngstur

gamal - eldri - elstur

góður - betri - bestur

 

21.jan.

tungur - tyngri - tyngstur

høgur - hægri - hægstur

lágur - lægri - lægstur

langur - longri - longstur

stuttur - styttri - stytstur

tunnur - tynri - tynstur

fullur - fylri - fylstur

 

19.jan.

spakur - spakari - spakastur

styggur - styggari - styggastur

breiður - breiðari - breiðastur

víður - víðari - víðastur

síður - síðari - síðastur

lættur - lættari - lættastur

Uppgávur (standa á s.106) til Friður á jørð s.94

  • Drós - uppg.1, skriva samandrátt um s. 94 - 100
  • Djóni - uppg. 1, skriva samandrátt um s.100 - 106
  • Ria - uppg. 2
  • Boas - lýs Jákup
  • Hákun - lýs Jákup
  • Benjamin R - lýs Ísak
  • Heidi - lýs Ísak
  • Nóa - uppg. 5
  • Isabella - uppg. 7

Uppgávur til Fimm mans til eina kvartett s. 83

  • Martin - lýs Sixten og Baltasar
  • Benjamin A - lýs Jóa og pápan
  • Lea - skriva samandrátt
  • Benjamin D - svara uppg. 4 á s.91

Uppgávur til Bara vitjandi s. 67.

Elias - lýs gentuna

Petur - lýs Fredrik og mammuna

Alba - lýs pápan, ommuna og abban

Boas - hví sigur gentan ikki pápanum, hvussu hon hevur tað? Greið frá.

            hví man tað nkennast trygt hjá ommuni? Greið frá. 

Mira - hví man høvundurin hava skrivað søguna?

           hví eitur søgan Bara vitjandi? Royn og gev henni eitt annað navn. 

Uppgávur til søguna Hví skal eg?

  • Tit skulu skriva ein samandrátt av søguni, millum 6 til 8 reglur.
  • Skrivið tí lyklaorð- ella setningar, meðan tit lesa, sum gera tað lættari at skriva samandráttin.

....

  • Hvussu er huglagið í søguni? Broytist tað?
  • Á s.57 verður huglagið brúkt skaldsliga, í hesum føri við veðrinum. Hvørji orð verða brúkt og hví?

....

  • Tíðin: Nær fer søgan fram?
  • Hvør er boðskapurin?

At duga uttanat til 29.sep.

Eintal

hvørfall - hvør er tað - ein nátt

hvønnfall - hvønn sást tú - eina nátt

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - eini nátt

hvørsfall - hvørs vegna - náttar

Fleirtal

hvørfall - hvør er tað - fleiri nætur

hvønnfall - hvønn sást tú - fleiri nætur

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - fleiri náttum

hvørsfall - hvørs vegna - nátta

At duga uttanat til 29.sep.

Eintal

hvørfall - hvør er tað - ein bók

hvønnfall - hvønn sást tú - eina bók

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - eini bók

hvørsfall - hvørs vegna - bókar

Fleirtal

hvørfall - hvør er tað - fleiri bøkur

hvønnfall - hvønn sást tú - fleiri bøkur

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - fleiri bókum

hvørsfall - hvørs vegna - bóka

At duga uttanat til 29.sep.

Eintal

hvørfall - hvør er tað - ein stong

hvønnfall - hvønn sást tú - eina stong

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - eini stong

hvørsfall - hvørs vegna - stangar

Fleirtal

hvørfall - hvør er tað - fleiri stengur

hvønnfall - hvønn sást tú - fleiri stengur

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - fleiri stongum

hvørsfall - hvørs vegna - stanga

At duga uttanat til 29.sep.

Eintal

hvørfall - hvør er tað - ein dunna

hvønnfall - hvønn sást tú - eina dunnu

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - eini dunnu

hvørsfall - hvørs vegna - dunnu

Fleirtal

hvørfall - hvør er tað - fleiri dunnur

hvønnfall - hvønn sást tú - fleiri dunnur

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - fleiri dunnum

hvørsfall - hvørs vegna - dunna

At duga uttanat til 29.sep.

Eintal

hvørfall - hvør er tað - ein fles

hvønnfall - hvønn sást tú - eina fles

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - eini fles

hvørsfall - hvørs vegna - flesjar

Fleirtal

hvørfall - hvør er tað - fleiri flesjar

hvønnfall - hvønn sást tú - fleiri flesjar

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - fleiri flesjum

hvørsfall - hvørs vegna - flesja

At duga uttanat til 26.sep.

Eintal

hvørfall - hvør er tað - ein vørr

hvønnfall - hvønn sást tú - eina vørr

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - eini vørr

hvørsfall - hvørs vegna - varrar

Fleirtal

hvørfall - hvør er tað - fleiri varrar

hvønnfall - hvønn sást tú - fleiri varrar

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - fleiri varrum

hvørsfall - hvørs vegna - varra

At duga uttanat til 24.sep.

Eintal

hvørfall - hvør er tað - ein jørð

hvønnfall - hvønn sást tú - eina jørð

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - eini jørð

hvørsfall - hvørs vegna - jarðar

Fleirtal

hvørfall - hvør er tað - fleiri jarðir

hvønnfall - hvønn sást tú - fleiri jarðir

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - fleiri jarðum

hvørsfall - hvørs vegna - jarða

At duga uttanat til 15.sep.

Eintal

hvørfall - hvør er tað - ein bygd

hvønnfall - hvønn sást tú - eina bygd

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - eini bygd

hvørsfall - hvørs vegna - bygdar

Fleirtal

hvørfall - hvør er tað - fleiri bygdir

hvønnfall - hvønn sást tú - fleiri bygdir

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - fleiri bygdum

hvørsfall - hvørs vegna - bygda

At duga uttanat til 12.sep.

Eintal

hvørfall - hvør er tað - ein bakari

hvønnfall - hvønn sást tú - ein bakara

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - einum bakara

hvørsfall - hvørs vegna - vinar bakara

Fleirtal

hvørfall - hvør er tað - fleiri bakarar

hvønnfall - hvønn sást tú - fleiri bakarar

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - fleiri bakarum

hvørsfall - hvørs vegna - bakara

At duga uttanat til 10.sep.

Eintal

hvørfall - hvør er tað - ein risi

hvønnfall - hvønn sást tú - ein risa

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - einum risa

hvørsfall - hvørs vegna - vinar risa

Fleirtal

hvørfall - hvør er tað - fleiri risar

hvønnfall - hvønn sást tú - fleiri risar

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - fleiri risum

hvørsfall - hvørs vegna - risa

At duga uttanat til 8.sep.

Eintal

hvørfall - hvør er tað - ein vinur

hvønnfall - hvønn sást tú - ein vin

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - einum vini

hvørsfall - hvørs vegna - vinar vegna

Fleirtal

hvørfall - hvør er tað - fleiri vinir

hvønnfall - hvønn sást tú - fleiri vinir

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - fleiri vinum

hvørsfall - hvørs vegna - vina vegna

At duga uttanat til 5.sep.

Eintal

hvørfall - hvør er tað - ein dagur

hvønnfall - hvønn sást tú - ein dag

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - einum degi

hvørsfall - hvørs vegna - dags vegna

Fleirtal

hvørfall - hvør er tað - fleiri dagar

hvønnfall - hvønn sást tú - fleiri dagar

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - fleiri døgum

hvørsfall - hvørs vegna - daga vegna

At duga uttanat til 3.sep.

Eintal

hvørfall - hvør er tað - ein úlvur

hvønnfall - hvønn sást tú - ein úlv

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - einum úlvi

hvørsfall - hvørs vegna - úlvs vegna

Fleirtal

hvørfall - hvør er tað - fleiri úlvar

hvønnfall - hvønn sást tú - fleiri úlvar

hvørjumfall - hvørjum møtti tú - fleiri úlvum

hvørsfall - hvørs vegna - úlva vegna

At duga uttanat til 1.sep.

Føllini

hvørfall - hvør er tað

hvønnfall - hvønn sást tú?

hvørjumfall - hvørjum møtti tú?

hvørsfall - hvørs vegna