Íslendski forsetin á vitjan
Tjóðardag Noregs, 17. mai, fingu vit í skúlanum vitjan av íslendska forsetanum Guðni Th. Jóhannesson við fylgi.
Fyrst var farið í Miðrók, har Marjun greiddi frá um skúlan og 6. flokkur kvóð "Burtur á heiði".
Síðani gekk leiðin niðan í 2. flokk, sum sang tveir sangir fyri forsetanum - ein føroyskan og ein íslendskan. Tórur Paulason handaði forestanum ein fløskupost, sum íslendskir vísindamenn sleptu út í 2016. Guðni lovaði Tóri at taka fløskupostin við aftur til íslands.
Síðani var farið oman í Miðdeild, har 6. flokkur enn einaferð framførdi. Hesaferð var tað BrainBreak innslag, sum verður nýtt í samband við Cooperative Learing.
At enda slapp forsetin út á svalan at njóta útsýnið. Tó so, til allar seinast varð steðgað við fótbóltsvøllin, har forskúlin júst hevði fríkorter. Guðni gjørdi ikki mætari, enn at sjálvur leypa inná vøllin at standa í mál.
Takk fyri vitjanina, Guðni!