Í desembur hava 7. flokkarnir arbeitt við evninum ADHD, og hava tey fingið nógva nýggja vitan um evnið.
Tey hava gjørt plakatir, so onnur eisini kunnu fáa meira vitan um ADHD, tey hava bakað piparnøtir, gjørt brendar mandlur og gjørt einglar, sum halda í einum summarfugli, sum er symbolið fyri ADHD.
Í tí sambandi fara vit at hava sølu á skúlanum fríggjadagin 15.12. kl 10 – 14. Øll eru vælkomin at stuðla við at keypa frá okkum. Vit hava ásett ein prís, men tit eru vælkomin at gjalda meira, um tit vilja stuðla ADHD felagnum. Tað hevði verið deiligt, um tit høvdu reiðan pening, so vit ikki skulu geva aftur. Vónandi taka tit væl ímóti hesum.
Piparnøtir
Stór krukka 50kr
Lítil krukka 30kr
Kramarhús við brendum mandlum 50kr
Eingil 30kr
Innkomni peningurin fer óskerdur til samrøðubólkar til børn hjá ADHDfelagnum.