Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

05/04/2024

Starvsfólkini til bókasmakking á Varðanum

Vit í Skúlanum á Argjahamri eru so heppin at hava eitt sera virkið bókasavn. Bókasavnið Varðin skipar fyri m.a. fyri upplestri, spurnakappingum og lesivikum.

Týsdagin, eftir námsfrøðiliga fundin, vórðu øll starvsfólkini boðin til bókasmakking í Bókasavninum. Á matarlepanum stóð, at í dag fert tú at lesa 3 bøkur. Eina til forrætt, eina til døgurða og eina dessert. Man velur eina bók, lesur hana í 5 min og svarar síðani nøkrum spurningum. 

Tankin er, at man skal geva bókini ein kjans. Vanliga hyggur man kanska bara eftir permuni og lesur aftanfyri, hvat hon er um, men um man situr við bókini í 5 min og lesur, so er størri møguleiki fyri, at bókin fangar áhugan.

Starvsfólkini lótu væl at menu´ini og onkur bók fór ígjøgnum lániskipanina hjá Varðanum. Hetta tiltakið er farið av bakkastokkið ig er ætlað eldru næmingunum í skúlanum.

Fleiri myndir síggjast her