Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

22/01/2024

Ingun Christiansen á rithøvundavitjan

Fríggjadagin var Ingun Christensen í Skúlanum á Argjahamri og greiddi frá, hvussu hon hevur arbeitt við teimum 4 ymisku søgunum, ið byggja á sagnir. 

Hon greiddi frá, hvat í søgunum er úr sagnunum, og hvussu hon við at lesa um tíðina, sum hon hevur sett saman við egnum hugflogi, hevur skrivað søguna.

Næmingar í 8. fl høvdu lisið Húsfrúgvin í Húsavík, 7.fl hevði lisið Løgmansdótturin á Steig, 6.og 5.fl høvdu lisið Katrin í Toftum og 4. og 5.fl høvdu lisið Anniku í Dímun.

Hetta vóru áhugaverdar framløgur; næmingarnir høvdu fyrireikað spurningar til høvundan. Næmingar, lærarar og Ingun vóru vælnøgd.

Enn ein góður møguleiki, sum "Føroyar lesa" skal hava hjartaliga takk fyri.