Næmingar
Tíðindi

skráin á kvæðastevnuni

Viðtalur 2022 - næmingar og foreldur

Góðu foreldur at næmingum í 2., 3., 4. og 5.flokki                                                                        6.des.21

Í hesi vikuni og í komandi viku fara vit at taka lesiroyndir av øllum næmingum í hesum fýra flokkunum. Næmingarnir kenna mannagongdirnar og royndirnar, tí vit hava gjørt tær áður. Kanningarnar eita OL64, OL 120, SL60 og SL40. OL stendur fyri orðalesing, har næmingarnir skulu lesa 64 ella 120 orð og skriva eina striku á ta myndina, ið passar til orðið. SL stendur fyri setningslesing, har strika verður sett á ta myndina, ið passar til tann setningin. Kanningin tekur í mesta lagi 15 minuttir.

 Vónandi verða næmingarnir mettir og væl hvíldirJ

 Vinarliga Liljan, serlærari og lesivegleiðari og Anna og Súsanna serlærarar.

21.nov. 2021

Góðu foreldur og næmingar!

Koronustøðan hjá okkum er nógv batna. Hóast tað vísa vit enn koronuvarsemi í Skúlanum á Argjahamri. Vit ynskja at skapa ein tryggan dag fyri bæði vaksin og børn.

Hvør flokkur fer framhaldandi at halda til í síni heimastovu burturav. Vit blanda ikki flokkar í undirvísing ella árgangir í fríkorterum. 
Fyri at tryggja bókligu úrtøkuna hjá okkara næmingum fara lærarar og næmingar at fylgja síni tímatalvu, har tað letur seg gera.

Minnist til at lata tykkum í eftir veðrinum, vit verða væntandi nógv úti. 

 
Blíðar heilsanir

Leiðslan

Góðu foreldur og næmingar!

Vegna høgu smittutølini verður vanliga undirvísingin niðurløgd og toymini umskipað fram til fríggjadagin 19/11.

Hvør flokkur fer at halda til í síni heimastovu burturav. Tvey starvsfólk verða sett til hvønn flokkin. Øll undirvísing, har flokkar verða blandaðir, verður útsett ella avlýst.

Forskúlin og grunddeildin fylgja síni tímatalvu og fara í frítíðarskúla sum vanligt.
4.-9. flokkur verður í skúla til og við 5. tíma.

Minnist til at lata tykkum í eftir veðrinum, vit verða væntandi nógv úti.