Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

07/02/2024

140 næmingar til kvæðastevnu í Norðurlandahúsinum

Í dag hava umleið 140 næmingar frá Skúlanum á Argjahamri luttikið á kvæðastevnu í Norðurlandahúsinum. Kvæðastevnan er afturvendandi tiltak, sum altíð er fullteknað. Tað eru Elin Maria Olsen og Einar Martin Jacobsen, sum skipa fyri degnum.

Næmingarnir royndu seg í dansi á ymsan hátt, so tey fingu eina mynd av, at føroyskur dansur ikki bara er ein ketudansur, men hevur nógvar aðrar tættir. Tey royndu seg t.d. í dansispølum, kvæðatalent, kvæðaquiz, lærdu søgurnar um kvæðini og sjálvandi dansaðu góðan føroyskan dans við góðum skiparum.

Næmingarnir vórðu býttir í ymsar bólkar við øðrum skúlum og vónandi er hetta viðvirkandi til, at fleiri nýggj vinarbond vórðu knýtt.

Til Kahoot-kappingina, sum hevði 20 spurningar um kvæðir, vóru 214 luttakarar og vinnarnir vóru okkara Emilia og Eva úr 6. Flokki - sera flott! 

Til endans spældi Hamradun fyri næmingunum. Hetta var ein rúkandi succes!