Her er leinkja til eftirmetingarskjalið til starvslæruna. Tit eru vælkomin at taka tað niður og geva tykkara starvslæruplássið at fylla út. Tit fáa skjalið heim við seinasta dagin.
Góðu næmingar og foreldur,
Heilsufrøðingurin á skúlanum bjóðar øllum næmingunum í 9. flokki til eina útskúlakanning.
Í hesum sambandi fáa næmingarnir eitt skjal heim við, sum eitur: ”Samtykki til útskúlakanning.” Hetta skrivið skal undirskrivast av einum foreldri og latast flokslæraranum skjótast gjørligt.
Útskúlakanningin umfatar funktiónskanningar (sjón, litsans, hoyrn, hædd og vekt) og eina persónliga samrøðu við næmingin um lívsstíl, trivna, likamliga, sálarliga og kynsliga heilsu.
Harafturat verður í flokkinum undirvíst í kynsligari heilsu.
Útskúlakanningarnar byrja í komandi viku. Foreldur eru vælkomin at seta seg í samband við heilsufrøðingin, um tørvur er á hesum, áðrenn tosað verður við títt barn.
Vinarliga
Hervør Jacobsen, heilsufrøðingur
tlf. 562355
Mail: hervorj@gigni.fo
Góðu foreldur og næmingar.
Hósdadgin 29.02. kl 18 - 22 fara vit at hava galla fyri 7.a og 7.b.
Næmingarnir møta stundisliga og eru pent ílatin.
Hvør næmingur tekur okkurt við til matna. Tað vil siga, at man tekur nokk til sín sjálvs og eitt sindur afturat. Tað kann t.d. vera 5 smurdir breyðbitar, 10 - 20 pitsasniglar ella pylsubreyð, ein lítil lasagna ella pitsa, grýturættur ella annað. Tit vita, hvussu tað plagar at vera, tá man hevur sammenskud.
Næmingarnir skulu hava 50kr við hvør og geva mær (Guðrið) týsdagin. Er hetta ein trupulleiki fyri onkran, sigið mær bara frá, so finna vit útav tí. Guðrið og eg brúka peningin til sodavatn og okkurt annað leskiligt. Tað vil siga, at børnini skulu IKKI hava nakað við at drekka!
Gott, um tit tosa við børnini um góðan atburð, so vit fáa eitt ordiliga gott kvøld :)
Trivnaðardagurin 2024
Skúlin á Argjahamri
5. jan. 2023
Hugsa teg um….
1 ferð áðrenn tú gert nakað
2 ferðir áðrenn tú tosar
3 ferðir áðrenn tú deilir
Tað er ”klikkað” ikki at hugsa seg um!
Kl. 8.00 Trivnaðarmorgunsangur
Kl. 8.15 Fyrilestur: Steintóra Gleðisheygg: Elska næsta tín sum sjálvan teg.
Kl. 8.40 Øll fara til sína deild at arbeiða við útflýggjaða tilfarinum
Kl 9. 30 Trivnaðarsteðgur
Kl. 10.00 - Miðdeild í Miðrók - Jákup av Skarði, SSP ráðgevi
Grunddeild og Hádeild fara í flokshølini at arbeiða víðari
Kl. 10. 30 Hádeild í Miðrók - Jákup av Skarði, SSP ráðgevi
Kl. 11.00 Hádeildin fer aftur í flokshølini at arbeiða víðari
Kl. 11.30 Matarsteðgur og spælisteðgur
Kl. 12.00 Filmur í Miðrók, Hugsa teg um!
Kl. 12.30 Enda
Góðu foreldur
Í viku 49 (4 til 8 desembur) fara 7.a og 7.b at hava verkætlanarviku. Evnið er ADHD. Vit fara at læra um ADHD við filmum, fyrilestrum og hugdýping. Vit hava ætlanir um at framleiða ymiskt at selja. Peningurin fer óskerdur til ADHD felagið. Øll eru vælkomin at keypa frá okkum, einstaklingar, um tú eru partur av eini fyritøku, bindiklubba ella øðrum, sum kundi fingið gleði av tí, vit gera, eru tit vælkomin at bíleggja eitt nú piparnøtir, jólakort og jólapynt.
Vit vóna, at tit stuðla hesi verkætlan, so vit fáa gjørt mun hjá menniskjum við ADHD.
Vinarliga vegna verkætlanartoymið
Nina og Guðrið
Fríggjamorgunin fara vit at pynta stovuna og eta morgunmat saman. Øll taka okkurt við. Er tað ein trupulleiki, sigi mær (Ninu) vinarliga frá, so finna vit út av tí :)
Hetta hava tit við:
Anna papptallerkar ( til 22 fólk)
Johanna ommukrem, Nutella ella okkurt líknandi
Lív Smør
Marjun klementinir
Rebekka einýtiskoppar (til 22 fólk)
Viktoria pálleggssjokolátu
Victoria 1 pakka av piparnøtum
Bastian 1 pakka av piparnøtum
Dánjal 1 pakka við skornum osti
Jógvan súltutoy (1 krukku ella dunk)
Jóhan 1 net við mandarinum
Jónas 1 net við mandarinum
Julian 1 l djús
Kai Helgi 1 l djús
Leon 1 l djús
Markus 1 l djús
Mathias 1 breyð ella bollar
Petur 1 breyð ella bollar
Rani 1 breyð breyð ella bollar
Tormóður1 pakka av pálegssjokolátu
Finnur kemur at taka myndir av næmingunum 4. og 5. november.
Myndir verða tiknar av hesum flokkum:
Forskúlin, 1. flokkur, 4. flokkur, 7. flokkur og 9. flokkur.
Kunnu tit leggja tað út á flokssíðurnar? Best er, at børnini eisini fáa eitt eintak heim við.
Innihaldið í pakkanum er:
Felagsmynd í støddini 15x20 (ella 20x30)
Einkultmyndir:
1 stk 13x18
2 stk 10x15 lit
2 stk 10x15 S/H
4 stk 4x8
8 stk passmyndir
Góðu tit
Vit hittast til fyrsta felags foreldrafund mikudagin 30.08.2023 kl 17.00 til 19.00. Vit byrja í Miðrók. Ann Hermansdóttir, studentaprestur, kemur at tosa um, hvussu vit kunnu hjálpa og stuðla okkara ungu í einari tíð, har nógv ikki støðast.
Tá ið løtan er av, ber til at fáa sær ein kaffikopp við ínn í flokshølið, har vit fara at tosa um flokkin og skúlaárið.
Vit gleða okkum at síggja tykkum og til gott samstarv í 2023/24
Nina, Mariann og Annika
Toymið um 7.b:
Nina Brockie, flokkslærari. Føroyskt, Enskt
Mariann Poulsen, støddfrøði, lívfrøði
Annika Mørk, Danskt, søga/samtíð
Lærarar tengdir at flokkinum:
Eyðbjartur Skaalum, samfelagsfrøði
Guðrið Reinert Joensen, kristni
Hans Fróði Hansen, alis/evnafrøði, ítrótt
Rakul Augustinussen, ítrótt
Marni Djurhuus, ítrótt
Ingun Schiller, Ítrótt
Súsanna Holm, køk
Allan Michelsen, smíð
Marni Djurhuus, tónleik
|
Mánadag til fríggjadag Addressa |
8.00 - 13.30 Glyvursvegur 44, 160 Argir |
| Starvsfólkarúm Førleikastovan Heilsufrøðingur |
302510 222445 562355 |
| Skúlastjórin Varaskúlastjórin Skrivstovukvinnan Skúlavørðar |
224240 227244 / 223690 506088 215388/211744 |
|
Frítíðarskúlin
|
|