Næmingar
Forskúlin

Hetta er síðan hjá forskúlanum í Skúlanum á Argjahamri

Tá man gongur í forskúla sleppur man at gera, læra, granska og uppliva alt møguligt

Eitt nú ynskja vit at læra okkum at ganga í skúla, so vit duga tað, tá vit skulu byrja í 1. flokki. :-)

Tá vit hava talfatan læra vit um tøl, hvussu tey eita, hvussu man plussar og minusar, vit læra um øll møgulig skap so sum trýkantar, fýrakantar og nóóóógv onnur.

Tá vit hava málmenning læra vit um bókstavir, hvussu teir eita, hvussu teir ljóða, hvussu man kann seta teir saman og fáa okkurt stuttligt orð burturúr teimum og forskelligt afturat tí.

Vit royna at vera orduliga kreativ, so vit klippa, klistra, líma, mála og byggja alskyns skap og lutir.

Umframt alt tað, sum tú nú hevur lisið um so spæla vit orduliga nógv. Vit læra hvønn annan at kenna gjøgnum spæl, vit finna okkum vinir, orduliga góðir vinir. :-)

Her á flokssíðuni fara okkara lærarar at leggja myndir og frágreiðingar út, so tit sleppa at síggja, hvussu spennandi tað er at ganga í forskúla. :-)

Vit gleða okkum at vísa tykkum okkara gerandisdag, sum er sera spennandi og fjølbroyttur :-)

 

Starvsfólk í forskúlanum 2020/2021

  • Eyðbjartur Sólheyg Skaalum (ES)

    Eyðbjartur er útbúgvin lærari. Hann er toymisleiðari og undirvísir í málmenning.

    Telefon: +298 276876
    Teldupostur: es1909j9@skulin.fo

  • Mariann Poulsen, (MP)

    Mariann er útbúgvin lærari. Hon undirvísir í talfatan.

    Telefon: +298 597508
    Teldupostur: mp1411i8@skulin.fo

  • Rannvá Helenudóttir (RH)

    Rannvá er útbúgvin námsfrøðingur. Hon undirvísir í tí kreativa.

    Telefon: +298 522017
    Teldupostur: rj2004j6@skulin.fo

  • Liljan Thomsen (LT)

    Liljan er útbúgvin lærari. Hon er serlærari og orðblindalærari á skúlanum. Hon er eisini partur av forskúlanum.

  • Helen Vilhelm Lindenskov (HL)

    Helen er útbúgvin námsfrøðingur. Hon arbeiðir sum stulðul í forskúlanum.