Uppskot til foreldur: Lesing

Uppskot til foreldur

Hvussu tit kunnu hjálpa børnum tykkara við heimaarbeiðinum í 1., 2. og 3. flokki

Lesing

Vel eitt fast tíðarskeið á degnum til lesivenjing, tá barnið er best fyri, og friður er rundan um tað. 
Sit undir liðini á barninum, meðan tað lesur, tí fylgir ein vaksin ikki við í tekstinum, er tað ógjørligt hjá barninum at vita, um tað er rætt ella skeivt. 
Les tekstin einaferð fyri barninum, meðan tú peikar á orðið, tú lesur. Les ikki so skjótt, at barnið ikki klárar at fylgja við. 
Lat barnið lesa tekstin fyri tær, meðan tað sjálvt peikar á orðið. Nú kanst tú velja at sita, so tú vendir ímóti barninum. 
 Hevur barnið trupulleikar við at lesa nøkur orð og steðgar upp, gev so barninum orðið og viðger hetta aftaná. Lat barnið ljóðstava til fyrsta sjálvljóð. Set ljóðini saman. Les til næsta sjálvljóð ella ger orðið liðugt. Set ljóðini saman. 

At enda er barnið liðugt við orðið og hevur lisið tað miðvíst. 

t.d.

1. hesar – he sar, nøkur – nø kur, situr – si tur, meira – mei ra

2. hvussu – hvus su, barnið – bar nið, spyrja – spyr ja

3. drongurin – dron gu rin, næmingarnir – næ min gar nir

Sjálvljóðini eru: a, á, e, i, í, y, ý, o, ó, u, ú, æ, ø, ei, ey, oy.


Um tvey hjáljóð koma saman, fara tey til hvør sína síðu. 
Um tú heldur, at barnið gitir ov nógv, so plaga vit at tosa um tveir hættir at gita uppá. Kvalifiserað giting og ókvalifiserað giting. 

Kvalifisera giting er, um barnið gitir út frá ljóðunum á teimum fyrstu bókstavunum, fær tað rætt og sløsar við endanum, meðan ókvalifisera giting er, tá barnið t.d. lesur dukka, har tað stendur síl.

Um vit “rætta” ov nógv í einum teksti, sum barnið lesur, kann tað ávirka sjálvsálitið hjá barninum, og er tað tí sera umráðandi, at vit vísa tol og ikki rætta, meðan barnið lesur, uttan so er, at barnið sjálvt uppdagar at tað missir tráðin í innihaldinum, tí har er okkurt, sum ikki passar. Tá kunnu vit heldur fara aftur til orðið, og hjálpa barninum við at finna tað orðið aftur og lesa tað rætt.

Men børn eru eisini ymisk, og mega vit tí eisini arbeiða ymiskt við teimum. Onkntíð kunnu vit t.d. siga, er tú heilt vís/vísur í, at har stendur dukka. Royn og hygg eftir fyrsta bókstavi – hvussu eitur hann ? – hvussu ljóðar hann ? Flott!!! Rósa barninum nakrar ferðir, meðan tað lesur, tað gevur áræði at halda áfram. 
Tá barnið hevur lisið tekstin einaferð fyri tær, far so inn í tekstin og spyr nærri til nøkur orð. Spyr t.d. Hvat stendur har ? (peika á nøkur orð úr tekstinum, eisini tey, sum barnið hevur lisið skeivt fyrstu ferð, fyri at fáa tey upp á pláss.)

Hvar stendur t.d. fór, bók o.s.fr. 

Hvussu ofta stendur t.d. hann, eftir o.s.fr. á síðuni ?

Hvussu stavar tú t.d. hevur o.s.fr.

Vel fimm orð úr tekstinum, sum tú vilt duga sum orðamynd.

t.d. ein, eitt, skjótt, hvat og hann. Hesi orð kunnu tit so skriva á eitt pappír, fyri síðan at skriva tey á teldu. Á henda hátt kunnu tú og barnið saman gera tykkara persónligu orðabók.

Hesi orðini kunnu so spælast á mangan hátt, bæði sum orðaspæl, memory, lesast skjótt eftir listanum upp á tíð o.s.fr.
Eisini kanst tú stava eitt orð fyri barninum, fyri síðan at spyrja barnið, hvat hatta bleiv til.
Allar hesar venjingar eru við til at gera barnið meira lesibúgvið, og styrkja tað visuelt og auditivt. 
Barnið skal lesa lesitekstin tríggjar ferðir heima. Tað kalla vit: at lesa uppá.
Um barnið bert lesur tekstin einaferð, er tað bert at lesa, men ikki at lesa uppá. 
At enda er eisini neyðugt, at tit biðja barnið greiða frá innihaldinum í tí pettinum, sum barnið hevur lisið henda dagin, ella í allari søguni. Tað stimbrar málmenningina og hjálpir barninum at síggja og finna gleðina og týdningin í tí at lesa.
Tað er vónleyst hjá einum skúlatíma, men lærarin kann seta næmingunum spurningar úr søguni. Tá er lagamanni hjá tí næmingi, ið hevur fortalt innihaldið fyri einum vaksnum heima, at tora at peika upp og svara spurningunum frá læraranum. Hetta styrkir eisini sjálvsálit teirra. 
Um barnið møtir orðum, sum tað ikki kennir týdningin av, so greið barninum frá tí. Samla hesi orð í eitt skrivihefti, fyri onkuntíð seinni at vita, um tað enn situr fast.


Góðan arbeiðshug!

Liljan Thomsen, lesivegleiðari

Uppskot til foreldur