Varðin (Bókasavn)

Skúlabókasavnið Varðin

Varðin er skúlabókasavnið hjá Skúlanum á Argjahamri. Savnið er altíð opið í skúlatíð, og bókavørður er tøkur ein part av degnum.

Næmingar avgreiða sjálvir síni lán og lata bøkurnar inn á hillina frammanfyri Varðan við inngongdina.

Endamálið við Varðanum

Endamálið við Varðanum er:

  • at menna forvitni og eggja næmingunum at lesa og læra
  • at gera tað lætt fyri næmingarnar at finna tilfar
  • at stuðla teimum í at njóta eina góða bók

Harumframt hava vit nýtt og gott tilfar til lærara, sum ynskja hugskot til undirvísing og annars eru áhugaðir í námsfrøðiligum lestri.

Á Varðanum eru m.a.

  • Myndabøkur á føroyskum og donskum
  • Lættlisnar bøkur á føroyskum, donskum og enskum
  • Fagrar bókmentir á føroyskum og donskum
  • Yrkisbókmentir á føroyskum og donskum
  • Eitt sindur av enskum og týskum bókum
  • Tíðarrit á føroyskum og donskum
  • Læraraleiðbeiningar og annað námsfrøðiligt tilfar
  • Fløgur og ljóðbøkur/ljóðbond

Lán og skráseting

Næmingar og starvsfólk í Skúlanum á Argjahamri eru skrásett í bókasavnsskipanini, so tað er ikki neyðugt við lánarakorti.

Lánitíðin er ein mánaður.