Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

26/01/2024

Elin á Rógvi á rithøvundavitjan

Í samband við átakið rithøvundavitjanir, sum Føroyar lesa skipar fyri, var Elin á Rógvi og vitjaði 5.a í Skúlanum á Argjahamri hósdagin 25/1. Hon tosaði um bókina Flytifuglar, sum 5a hevur lisið.

Næmingarnir høvdu fyrireikað spurningar til hana um bókina, og hon greiddi m.a. frá hugskotinum til at skriva bókina. Eisini greiddi hon frá hinum trimum bókunum, sum hon hevur skrivað.

Næmingarnir vóru glaðir fyri vitjanina, og spurdu Elina, nær hon fór at geva part tvey út av Flytifuglar.

Éitt gott átak at stimbra hugin hjá næmingunum at lesa.