Førleikastovan

Førleikastovan

Í førleikastovuni í Skúlanum á Argjahamri, ið varð stovnað í 2012, eru vit væl mannað við fólki, ið hava tikið serútbúgving innan ávís øki.

Her verða læraraførleikarnir samskipaðir, so fakliga hjálpin og ráðgevingin eru á staðnum og so tætt at leiðslu, lærarum, næmingum, foreldrum og avvarðandi, sum til ber.

Førleikastovan er okkara innanhýsis vitanardepil.

Samspælið millum okkara førleikastovu og restina av skúlanum fevnir um ráðgeving og hugskotsgeving til læraratoymi, einstaka læraran ella stuðul teirra í námsfrøðiliga arbeiðinum við ymsu tørvunum hjá næmingunum.

Somuleiðis stuðla vit læraranum at gera eina virkisætlan fyri átøk til einstaka næmingin og allan flokkin, har tørvur og avbjóðingar eru lyklaorð fyri framhaldandi menning.

Væleydnað inklusjón krevur, at lærarar, námsfrøðingar og stuðlar hava eina førleikastovu at venda sær til, har vitan verður uppbygd í tøttum samstarvi við tænastueindirnar/sernám, og har verandi vitan verður gagnnýtt at menna gott læruumhvørvi og námsfrøðilig amboð.

Førleikastovan er mannað av serlærarum, AKT-lærarum, orðblindalærara og lesivegleiðara. Harumframt eru lestrarvegleiðari, heilsufrøðingur og leiðsluumboð eisini partur av førleikastovuni.