Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

03/01/2024

Forskúlin er ein góð byrjan

Skúlin á Argjahamri hevur ein sera góðan og væl virkandi forskúla. Leikur og spæl eru týðandi partur, og læringin tekur støði í spæli. Fakliga verður bygt oman á teir lunnar, ið lagdir eru í heimi og dagstovni. 

Forskúlin leggur stóran dent á at møta børnunum har tey eru, og er hetta ein av orsøkunum til, at øll undirvísing í forskúlanum hevur eina spælandi tilgongd.

Høvðusøkini hjá forskúlanum eru hesi:

Mál og málmenning, støddfrøði, náttúru og náttúrufyribrygdum, rørslu og motorikki, sosialum førleikum, samstarvi og handa- og listagávum.

Forskúlin arbeiðir m.a. við føroyskari mentan, árstíðunum, føroysku náttúruni, heilsu, persónligari menning, bókstavaljóðum, málspølum, talfatan og hvussu vit eiga at bera okkum at í ferðsluni.

Um barnið er innskrivað í forskúlan, so hevur tað tryggja sær pláss í 1. flokki árið eftir. 

Innskrivingin til forskúlan fer fram her: https://www.torshavn.fo/dagstovnur-og-skuli/skuli

Her er ein filmur um hvussu tað er at ganga í forskúlanum: