Skúlin á Argjahamri

Skúlin á Argjahamri

Skúlin er tikin í nýtslu í august 2011. Skúlin er tvísporaður frá 1-9 flokk. Haraftrat er frítíðarskúlin í skúlanum. Bygningurin er skipaður í fýra eindir, og teir tríggir undirvísingarpartarnir eru í hvør síni eind við felagsøki bæði til lærarar og næmingar. Í fjórðu eindini er m.a. tvífimleikahøll.

Skúlastovurnar eru allar á ovastu hædd. Teir yngstu næmingarnir eru í bygninginum, sum er í einari hædd og vendir móti skúlagarðinum og haganum. Tey eru tætt við uttanumøkið. Á henda hátt verður uttanumøkið partur av dagliga virkseminum bæði í skúlatíð og frítíðarskúlatíð. Meðan tey minstu børnini hava umhvørvið tætt við, hava teir eldru næmingarnir havsbrúnna sum mál og mið.

Skúlin á Argjahamri er 7.100 m² til støddar. Á miðhæddini eru fakhølir, fimleikahøll, umsiting og námsfrøðiligur tænastudepil. Á niðastu hædd eru heilsufunktónir og starvsfólkarúm.

Skúlaárið 2014 / 2015 varð forskúli settur á stovn í Skúlanum á Argjahamri,.

Skúlin er tvísporðaður við næmingum úr forskúla til og við 9. flokki.

Skúlaárið 2016/17 ganga 337 næmingar í 1.-9.fl. og 23 í forskúla í Skúlanum á Argjahamri. Grunddeildin og miðdeildin eru ikki býtt sundur í flokkar. Lærararnir eru 37.