Vikuætlan.
-
Útiskúli
Standmyndaveiða 4
Latið børnini í eftir veðrinum. Børnini skulu hava lítlan og stóran matpakka og drekkidunk við í ein lítlan ryggsekk .
-
Føroyskt
Heima: Lesið s. 70-71 í Finku lesibókini tríggjar ferðir og tosið um innihaldið.
Í skúlanum: Vit lesa og gera s. 54-57 í gulu Finku.
-
Føroyskt
Heima: Lesið hvønn dag í 15 min. og tosið um innihaldið.
Í skúlanum: Vit gera s. 50-51 í Lær teg at stava 2. Eisini lesa vit og gera krabbauppgávur
-
Føroyskt
Heima: Venjið fyrisøgnina "Bilurin" við at skriva hana av í heftinum og venja staviorðini.
Í skúlanum: Vit skriva fyrisøgn. -
Tíðliga frí frá skúla
Av tí at skúlin fer at hava fráfaringarløtu fyri eitt starvsfólk, fáa næmingarnar frí kl 11.35. Frítíðarskúlin heintar tey tá.
-
Frídagur
Dýri biðidagur