Betri lesiførleikar

Forskúlabørn duga betur at lesa


Skúlablaðið skrivar, at samanborið við børn, sum ikki hava gingið í forskúla, klára forskúlabørn í Føroyum seg betur í lesing, og tey duga eisini nógv betur at hugsavna seg um læring.

Tað kemur fram í kanning, sum fólkaskúlaráðið júst hevur gjørt og handað landsstýrismanninum í mentamálum.

Fólkaskúlaráðið, ið táverandi landsstýriskvinna í mentamálum setti 1. februar 2011, hevur hildið regluligar fundir síðani. Landsstýriskvinnan valdi fólk í ráðið eftir serkunnleika, og ráðið hevur býtt økini sínámillum samsvarandi hesum.

Tá ið kunngerðin um forskúlar varð lýst, metti ráðið, at neyðugt var at fáa meira kunning um forskúlarnar í Føroyum til vega. Henda frágreiðing er kunning um tilgongdir til forskúlarnar, eygleiðingar og samrøður í forskúlunum, sum vit kenna teir í dag.

Í sambandi við kanningina gjørdu tey samrøðu við tveir royndar lærarar, sum eru vanir at undirvísa í innskúlingini, førdu teir fram, at stórur munur er á at taka ímóti 1. flokki, tá ið næmingarnir hava gingið í forskúla. Teir løgdu fyrst og fremst dent á sosialan førleika, talvitan og málvitan. Eisini vóru børnini nógv betur fyri at hugsavna seg um læring.

Lesikanningar í Leirvíkar skúla vísa eisini, at børnini, ið hava gingið í forskúla, klára seg betur í lesingini, enn áðrenn forskúli byrjaði.