Næmingar
Tíðindi

Góðu foreldur og næmingar.

Hósdadgin 29.02. kl 18 - 22 fara vit at hava galla fyri 7.a og 7.b. 

Næmingarnir møta stundisliga og eru pent ílatin. 

Hvør næmingur tekur okkurt við til matna. Tað vil siga, at man tekur nokk til sín sjálvs og eitt sindur afturat. Tað kann t.d. vera 5 smurdir breyðbitar, 10 - 20 pitsasniglar ella pylsubreyð, ein lítil lasagna ella pitsa, grýturættur ella annað. Tit vita, hvussu tað plagar at vera, tá man hevur sammenskud. 

Næmingarnir skulu hava 50kr við hvør og geva mær (Guðrið) týsdagin. Er hetta ein trupulleiki fyri onkran, sigið mær bara frá, so finna vit útav tí. Nina og eg Brúka peningin til sodavatn og okkurt annað leskiligt. Tað vil siga, at børnini skulu IKKI hava nakað við at drekka!

Gott, um tit tosa við børnini um góðan atburð, so vit fáa eitt ordiliga gott kvøld :)

 

Filmskapping

Í viku 5 fara vit at gera film. Hetta er í sambandi við, at SSP skipar fyri eini kapping um besta filmin, sum upplýsir, hvussu man kann verða trygg/ur á netinum. Vinnarin fær 20.000kr til flokkin.

Vit hava valt at býta flokkin í tríggjar bólkar, men tey mugu gjarna hjálpa hvørjum øðrum tvørtur um bólkarnar. Vinnur ein av okkara bólkum, fer vinningurin til allan flokkin :)

Vit arbeiða í tímunum hjá Ingun, Mikkjal og Guðrið (møguliga øðrum tímum)

Evnini eru Scamming, Grooming og Stalking (heitini eru ensk, SSP hevur valt tey) 

 

Bólkarnir eru:

1) Annabelle, Petsy, Maud, Barbara, Sanna, Anna Sofía og Eyð

 

2) Eir, Noomi, Marjun, Poula, Tóra, Betty og Arina

 

3) Benjamin, David, Hugin, Ísak, Rói, Nathan, Óli og Finn Erhard

Góðu foreldur

 

Í viku 49 (4 til 8 desembur) fara 7.a og 7.b at hava verkætlanarviku. Evnið er ADHD. Vit fara at læra um ADHD við filmum, fyrilestrum og hugdýping. Vit hava ætlanir um at framleiða ymiskt at selja. Peningurin fer óskerdur til ADHD felagið. Øll eru vælkomin at keypa frá okkum, einstaklingar, um tú eru partur av eini fyritøku, bindiklubba ella øðrum, sum kundi fingið gleði av tí, vit gera, eru tit vælkomin at bíleggja eitt nú piparnøtir, jólakort og jólapynt. 

Vit vóna, at tit stuðla hesi verkætlan, so vit fáa gjørt mun hjá menniskjum við ADHD. 

Vinarliga vegna verkætlanartoymið

 Nina og Guðrið

Fríggjamorgunin fara vit at pynta stovuna og eta morgunmat saman

Eg baki bollar, og børnini hava ymiskt við. Er tað ein trupulleiki, sigi mær (Guðrið) vinarliga frá, so finna vit út av tí :)

 

Hetta hava tit við:

Annabelle papptallerkar ( til 22 fólk)

Anna Sofía ommukrem

Barbara Smør

Betty smør

Eir einnýtiskoppar (til 22 fólk)

Eyð pálleggssjokolátu

Marjun 1 pakka av piparnøtum

Maud 1 pakka av piparnøtum

Noomi 1 pakka við skornum osti

Petsy  súltutoy (1 krukku ella dunk)

Poula 1 net við mandarinum

Tóra 1 net við mandarinum

Benjamin 1 l djús

David 1 l djús

Hugin 1 l djús

Ísak 1  l djús

Nathan 1 l djús

Óli 1 l djús

Finn Erhard 1 l djús

Rói 1 pakka av pálegssjokolátu

 

Viðtalur 

Góðu foreldur.

Vit hava lagt viðtalurnar 2. og 9. novembur. Vit vilja fegin síggja tykkum saman við børnunum til viðtalurnar. Tit fáa 20 minuttir í part, so tað hevur týdning, at tit møta stundisliga, so skulu vit gera okkara til at halda tíðirnar.

Liggur ikki fyri at koma til ásettu tíð, eru tit vælkomin at býta um innanhýsis. Liggur tað als ikki fyri at koma, mugu tit boða frá.

Vinarliga

Guðrið :)

 

Hósdag 2. novembur

12:40    Betty

13:00    Eyð

13:20   Benjamin

13:40   David

14:00   Hugin

14:20   Ísak

14:40   Óli

15:00   Rói

15:20   Finn Erhard

15:40   Nathan

 

Hósdag 9. novembur

12:40   Annabelle

13:00   Anna Sofía

13:20   Arina

13:40   Barbara

14:00   Eir

14:20   Marjun

14:40   Maud

15:00   Noomi

15:20   Petsy

15:40   Poula

16:00   Sanna

16:20   Tóra

 

 

Góðu foreldur

Finnur Justinussen kemur at taka myndir av næmingunum 4. og 5. oktobur.
Myndir verða tiknar av hesum flokkum:

Forskúlin, 1. flokkur, 4. flokkur, 7. flokkur og 9. flokkur.

Innihaldið í pakkanum er:

Felagsmynd
Einkultmyndir:
1 stk 13x18
2 stk 10x15 lit
2 stk 10x15 S/H
4 stk 4x8
8 stk passmyndir

 

 

Góðu foreldur.

Fyri okkum á hádeild hevur tað stóran týdning, at næmingarnir trívast og hava tað gott, og fyri at so skal vera, mugu tey eisini kenna seg trygg.

Tað er tíverri so, at fleiri av dreingjunum hava fyri at taka í hvønn annan á ósømiligan hátt. Teir halda hetta vera skemt, men vit vilja ikki hava hendan atburðin, tí tað er ikki sømiligt og kann skapa ótryggleika hjá fleiri teirra. Tí hava vit í samráð við leiðsluna gjørt av, at verður nakar tikin í hesum, verður hann sendur heim, og tit fáa boð um tað, so tit kunnu taka eitt prát um persónlig mørk heima.

Næmingarnir verða kunnaðir um hetta mánamorgunin 18.09.

Vinaliga

Lærararnir á hádeild

Góðu foreldur.

Vit gleða okkum at síggja tykkum til okkara fyrsta felags foreldrafund 30.08. kl 17.00 - 19.00. Vónandi liggur fyri hjá øllum at møta, so vit kunnu heilsa uppá tykkum.

Vit byrja í miðrók, har Ann Hermansdóttir, studentaprestur, fer at tosa um, hvussu vit kunnu stuðla og byggja tey ungu upp í eini tíð, har nógv hava tað trupult.

Tá tað er liðugt, kunnu tit fáa tykkum ein kaffikopp í hondina á veg inn í flokshølið, har vit fara at tosa um flokkin og skúlaárið.

Vit gleða okkum til eitt gevandi samstarv 

Guðrið, Mikkjal og Ingun