Næmingar
Føroyskt

Føroyskt

Uppgáva til Brennivargin hjá Jógvani Isaksen.

Uppgávan skal skrivast við teldu.

Fylgið hesum leiðreglum, tá ið tit skriva!

  • skrift: Times New Roman
  • skriftstødd: 12
  • breddarnir: javnir
  • upplýsingar: navn, skúli, lærari, dato
  • Tit kunnu gera eina permu, um tit hava hug.

Sendið uppgávuna til lovisa.niclasen@skulin.fo í síðsta lagi 5.jan. kl.23.59!

 

Innihald

1.    Samandráttur/kjarnin: Heilt stutt, hvat søgan er um – 6 til 8 reglur.

2.    Tíð: Minst til at skriva dømi um, hvussu tú veitst tað, tú skrivar!

       a. Nær fara hendingarnar fram og yvir hvussu langt tíðarbil? Nær á árinum, er tað ein ávís árstíð? 

           Dagur/nátt? Hvussu leingi? Osfr.

       b. Er søgan bundin til eina ávísa tíð t.d. 1980´ini. Ella er hon framvegis nútíðarhóskandi?

       c. Ger eina tíðarlinju.

3.    Stað: 

       a. Hvar gongur søgan fyri seg? Er eitt ella eru fleiri støð umrødd? Hví verða øll hesi støðini  

            nevnd? Er okkurt/fleiri støð, sum verða lýst serliga væl, hví?

       b. Nevn nøkur av støðunum, og hvat serligt er við teimum. T.d. Klokkaragøta – húsini hjá Kára og

           teimum.

4.    Lýs persónarnar og viðmerk, um teir eru høvuðspersónum ella eykapersónar:

       a.    Rói

       b.    Kári

       c.     Beinta

       d.    Magnus

       e.     Kláus Joensen

 5.   Mál og skrivingarlag: Minst til at skriva dømi um, hvussu tú veitst tað tú skrivar!

       a. Hvussu er málið í søguni? Er tað tungt, torført at lesa og skilja ella lætt? Brúkar høvundurin

           serliga føroysk orð, talumál ella brúkar hann nógv fremmandaorð? Ella kanska eitt sindur av

           hvørjum?

        b. Ger høvundurin nógv burturúr myndamáli? Brúkar hann sangir ella linjur úr kendum tekstum?

            Ger hann nakað serligt burturúr yvirskriftunum?

         c. Hevur tú eitt hugskot um, hví høvundurin brúkar tað mál og skrivingarlag, sum hann ger?

 6.    Høvundurin: Skriva eitt sindur um høvundin. Hvussu eitur hann, hvussu gamal er hann, hvaðani   

        er hann osfr.

        Hevur hann skrivað annan skaldskap? Um so er, hvat? (Um hann hevur skrivað nógv, so nýtist tær

        ikki at nevna alt!) Hvat slag av skaldskapi skrivar hann?

 

Brestiskvæði til 16.jan.

Lesið tykkara brot væl - tit skulu skilja/vita, hvat brotið er um!

ø.1-9...........Benjamin, Frida og Rakul W

ø.10-16.......Elias, Eva og Maria

ø.17-26.......Kaj Árnmar, Marta og Rakul N

ø.27-31.......Lukas, Elisabeth og Noomi

ø.32-38.......Olaf, Emilia og Naia

ø.39-44.......Rani, Kristina og Sasja

ø.45-51.......Reðin, Julia og Teresa

ø.52-60.......Róar, Natalia og Rún

Teksturin er í lesiheftinum, sum skal við í skúla aftur.

Men um tit ikki finna tað, so er leinkið her: https://eystdans.dk/wp-content/uploads/Kvaerdir/BrestisKvaji.pdf

Flundran

s.1 - Lukas s.4 - Julia s.8 - Natalia s.15 - Noomi s.19 - Rún
s.2 - Eva s.5 - Kristina s.9 - Emilia s.16 - Reðin s.20 - Olaf
s.3 - Elisabeth s.7 - Marta s.10 - Rakul W s.18 - Rani s.11 - Rakul N

 

Øvugta ævintýrið


Tit skulu skriva ævintýrið umaftur, men Kýsareyða skal vera tann ónda og úlvurin tann fitti - tit skulu broyta sjónarhorn.

Søgugongdin skal vera tann sama, men tit kunnu finna uppá, soleiðis at ævintýrið riggar.

Endin má broytast, tí tað skal enda væl hjá úlvinum :)

Yvirskriftin skal vera Úlvurin og Kýsareyða

Tit hava longu skrivað kladduna ella ein part av henni.

 

Uppgávan við hús er at skriva ævintýrið í skriviheftið, sum tit hava fingið við til hús. 

  • liðugt
  • vakurt
  • rætt

Gentan við reyða kýsanum stendur í gula lesiheftinum.

fyrisøgn til 6.sep.

fyrisøgn til 1.sep.

fyrisøgn til 25. aug.

Lýsingarorð at benda.

Til 23.aug.

  • spakur - spakari - spakastur
  • styggur - styggari - styggastur
  • breiður - breiðari - breiðastur
  • víður - víðari - víðastur
  • síður - síðari - síðastur

Til 25.aug.

  • lættur - lættari - lættastur
  • tungur - tyngri - tyngstur
  • høgur - hægri - hægstur
  • lágur - lægri - lægstur
  • langur - longri - longstur

Til 29.aug.

  • stuttur - styttri - stytstur
  • tunnur - tynri - tynstur
  • fullur - fylri - fylstur
  • grunnur - grynri - grynstur

Til 30.aug.

  • fáur - færri - fæstur
  • stórur - størri - størstur
  • lítil - minni - minstur
  • ungur - yngri - yngstur
  • gamal - eldri - elstur

Til 1.sep.

  • góður - betri - bestur
  • ringur - verri - verstur

------

  • ofta - oftari - oftast
  • gjarna - heldur - helst
  • væl - betur - best

 

 

fyrisøgn til 18.mai

fyrisøgn til 11.mai

fyrisøgn til 27.apríl

fyrisøgn til 20.apríl

fyrisøgn til 6.apríl

fyrisøgn til 30.mars

fyrisøgn til 23.mars

fyrisøgn til 16.mars

fyrisøgn til 9.mars

fyrisøgn til 2.mars

fyrisøgn til 24.feb

fyrisøgn til 26.jan.

fyrisøgn til 19.jan.

fyrisøgn til 7.jan.

fyrisøgn til 8.des

fyrisøgn til 1.des.

fyrisøgn til 24.nov.

fyrisøgn til 17.nov.

fyrisøgn til 12.nov.

Til hósdagin 4.nov: Skrivið søguna - uppg. 6

fyrisøgn til 3.nov.

Fyrisøgn til 27.okt.

Stílur at lata inn 3.nov.


Yvirskrift: Heystfrítíðin

Stílurin skal vera minst eina síðu í skriviheftinum, sum tit hava fingið heim við (søguheftið) Um tit einki hefti hava, so mugu tit keypa eitt. Tað skal hava 3 linjur.

  • Tit kunnu brúka hetta hugarokið ella gera tykkara egna
  • Gerið eina uppskrift - punkt um, hvat man skrivar fyrst, næst osfr.
  • Skrivið fyrst eina kladdu, har tit kunnu rætta stavivillur, seta punktum og komma og fáa setningarnar at ljóða væl.
  • Skrivið síðan stílin vakurt í heftið.

Góðan skrivihug :)

fyrisøgn til 20.okt.

fyrisøgn til 7.okt.

fyrisøgn til 29. sep.