Trivnaðarætlan

Skúlin á Argjahamri

Trivnaðarætlan 2016

 

Virðisgrundarlag okkara er:  Álit, ábyrgd, ágrýtni og ávirkan

Í Skúlanum á Argjahamri miða vit ímóti

·         eini 0-hugsjón, tá talan er um happing

·         at øll, næmingar og starvsfólk, skulu trívast og kenna seg væl í felagskapinum í skúlanum

·         at  øll skulu kenna seg viðurkend og vird í umhvørvinum á skúlanum.

Hugtøk

Ósemjur

·         Ósemjur er tá talan er um ymisk sjónarmið millum tveir ella fleiri persónar. Ósemjurnar kunnu vera kropsligar ella í talu. Tað er av týdningi at gótaka, at vit ikki altíð eru samd.

·         Kegl í orð og talu, eisini kropsliga. Ofta av vantandi vitan og virðing fyri sjónarmiðum hvør hjá øðrum.

Happing

·         er tá onkur, ímóti vilja sínum, ferð eftir ferð í eitt ávíst tíðarskeið, er offur fyri ágangi frá einum ella frá fleiri persónum

·         kann vera beinleiðis t.d.skump, eitt slag, herming, særandi orð ella útihýsing

·         kann vera óbeinleiðis t.d., kropsmál ella látast ikki at síggja persónin

·         er ágangur á ymiskum talgildum sosialum miðlum.

Støðan

Vit seta okkum sum mál at gera eina trivnaðarkanning skúlaárið 2016/2017, til tess a fáa betri innlit í, hvussu støðan er.

Fyribyrging

Hetta gera vit

·         Vit hava ein trivnaðardag um árið. Endamálið er at menna og styrkja: Tolsemi, virðing, tryggleika, ágrýtni, álit, ábyrgd og ymiskleika.

·         Skúlin skipar fyri foreldrafundum, floksfundum, samrøðum, spælibólkum, spæliliði, seturskúlum, evnisvikum og trivnaðarátøkum saman við næmingunum.

·         Næmingar verða tiknir við í reglugerðum fyri flokkin.

·         AKT – toymið, SSP lærari, heilsufrøðingur, skúlavegleiðari, serlærari og læraratoymið arbeiða fyri at allir næmingar trívast í skúlanum.

 

Leiklutur næminganna er týdningarmikil, tí tað eru jú teir, ið vita hvat rørist og vita um møguliga happing.

Næmingar skulu tora at siga frá, tá teir halda, at onkur ikki hevur tað gott.

Vit vænta av foreldrunum at tey í uppalingini læra barnið at tosa við virðing um onnur – og tora at siga frá á røttum staði, tá tey halda okkurt er galið. Foreldur eiga eisini í mestan mun stuðla uppundir skúlans arbeiði.

 

Blanda okkum uppí

Lærarar, foreldur og flokkurin skulu vera tilvitað um, hvussu næmingarnir trívast.

Tá vit varnast,  at næmingur ikki trívist, skal flokstoymið hava ein fund um hetta og finna møguligar loysnir. Neyðugt er at toymið prátar við viðkomandi næming og gevur heiminum boð um støðuna. Um støðan er álvarslig, kunnu AKT, leiðsla, lesivegleiðari, heilsufrøðingur og barnavernd koma inn í málið.

 

Tá happing er staðfest

·         Flokstoymið tosar við viðkomandi partar. Og  flokkin um neyðugt. Eisini við viðkomandi familjur.

·         Um neyðugt, so verða leiðsla,  AKT-toymið, SSP lærari ella heilsufrøðingur boðsend.

·         Foreldur verða kunnað um tiltøk í flokkinum ella kallað inn til samrøðu, um hetta er neyðugt.

 

Hvussu tryggja vit okkum at happingin ikki endurtekur seg

·         Læraratoymið tekur javnan trivnað upp at venda á fundum.

·         Toymið leggur tiltøk og ætlanir fyri trivnað í flokkinum og eftirmetir hesi.

 

Hvønn kunnu næmingar, starvsfólk og foreldur venda sær til við spurningum um, hvussu næmingar trívast sosialt.

·         Næmingar fara til vaksnan persón, teir hava álit á: t.d. foreldur, flokslærara

·         Starvsfólk fara fyrst til flokslærara/toymisleiðara

·         Foreldur fara fyrst til flokslæraran/toymisleiðara


 

LEIÐSLAN

Fyri at fremja trivna og læring og fyri at arbeiða í móti happing í skúlanum, syrgir leiðslan fyri

·         saman við AKT fólkum, at uppgávurnar eru greiðar í mun til happing

·         at allir lærarar eru skipaðir í toymi, sum starvast um trivnað og læring hjá næmingunum

·         at í hvørjari deild er AKT fólk, sum virkar kunnandi og stimbrandi í mun til trivnaðarspurningin

·         at stuðla undir trivnaðartiltøk

·         at tryggja at fyribyrgjandi arbeiði verður raðfest, soleiðs at starvsfólk og næmingar kunnu menna sínar førleikar

·         saman við AKT og lærarum at eftirmeta trivnaðarætlanina í mun til nýggja vitan

 

Í gerandisdegnum skal leiðslan stuðla toyminum, men er mál av slíkum slag at bæði toymið og AKT hava roynt seg, kallar leiðslan avvarandi inn til at gera eina ætlan fyri at loysa málið.

Í tann mun tað letur seg gera, skal skúlin raðfesta menning av starvsfólkunum á trivnaðarøkinum.

Skúlin hevur útbúgvin starvsfólk, sum kunnu geva lærarum, sum kenna seg at mangla vitan á økinum, ráð og vegleiðing.

 

Samstarv í skúlanum

Samstarvið millum skúla og frítíðarskúla verður raðfest.

Toymini samstarva við frítíðarskúlan um felags mál.

 

Skúlastýrið

·         er hoyringspartur í eini trivnaðarætlan

·         virkar fyri at foreldrini taka ábyrgd av trivnaðinum hjá næmingunum

·         samstarvar við felags foreldraráðið

·         er bindilið millum leiðslu og foreldraumboð