Næmingar
Kristni

KRISTNI

KRISTNIUPPGÁVA liðug til 4. nov. 2025

Granskingararbeiði á teldu. Arbeiðið verður prentað út og líma á plakat. Bólkalimirnir standa við hvør sína plakat og greiða sum serfrøðingar frá sínum arbeiði. So rotera vit sum ein karrusel!

 

Hvussu er støðan í Palæstina 21. okt. 2025?

Greið frá hví Ísrael og Palæstina deila land

-søgulig viðurskifti um býti av landi

-tvær tjóðir / átrúnaðir

-ófriður/kríggj

-vápnahvíld

-umheimurin hjálpt???

-hvussu kann friður fáast í lag?

Uppgáva at leggja fram 23. sept. 2025

Bólkar:

Lea M. - Sólbjørt - Johanna Elisa - Bára

Høgni - Jóhan Páll - Birtir

Jónas - Filip - Óli - Markus

Anna - Lea V. - Hanna

 

Islam

og samanborið við Jødadóm og Kristindóm

Greið frá islamisku trúnni og siðum úr serliga kap. 13 um Islam og Muhammed. Greið eisini frá um Muhammed og týdning hansara.

 

·      Fyrimunir og vansar við teimum trimum átrúnaðunum (tvs. hvat halda tit er gott ella ringt í tí ávísa átrúnaðinum)

·      líkheitir og munir millum hesar tríggjar átrúnaðirnar

 Tað er væl loyvt at vera ósamdur. Um so er nevnið so fleiri sjónarmið

 

Nevnið minst

·      tríggjar høvuðsmunir

·      tríggjar líkheitir

·      tríggjar fyrimunir

·      tríggjar vansar

 

Hvørja ávirkan hevur islam á umheimin í dag?

 Tit mugu sjálvi gera av, hvat tit halda hevur týdning at nevna meira og minni. Gerið power point og leggið fram.

Góðan arbeiðshug!

SÁLMAR at legga fram 27. mai 2025:

Tit arbeiða saman tvey og trý.

Finnið ein sálm/sang!

Greina og tulka sangin: innihald, hvat vil hann fortelja okkum, er tað ein bøn, náttúrulýsing, lívið sum kristin ella saman við Gudi, er tað um Himmalin o.s.fr.?

Vís á endarím, bókstavrím, uppbygging, orð og myndamál.....

Gerið Power Point til framløguna! (Minnist til, at eitt PP er lyklaorð og myndir. Tit greiða munnliga frá øllum rundan um lyklaorðini ella myndirnar) (Sjálvur sangurin má eisini vera við á PP)

Góðan arbeiðshug :)

 

Hvør eri eg?

 

Fulla navn:

Føðingardagur:

Útsjónd:

Systkin:

Foreldur:

Eg búgvi:

Skúli:

Flokkur:

3 ting eg dugi væl:

3 áhugamál:

Hvat ætli eg:

Annað: