Trivnaðarætlan

Skúlin á Argjahamri

Trivnaðarætlan 2016

 

Virðisgrundarlag okkara er:  Álit, ábyrgd, ágrýtni og ávirkan

Í Skúlanum á Argjahamri miða vit ímóti

  • eini 0-hugsjón, tá talan er um happing
  • at øll, næmingar og starvsfólk, skulu trívast og kenna seg væl í felagskapinum í skúlanum
  • at  øll skulu kenna seg viðurkend og vird í umhvørvinum á skúlanum.

Hugtøk

Happing

  • er tá onkur, ímóti vilja sínum, ferð eftir ferð í eitt ávíst tíðarskeið, er offur fyri ágangi frá einum ella frá fleiri persónum
  • kann vera beinleiðis t.d.skump, eitt slag, herming, særandi orð ella útihýsing
  • kann vera óbeinleiðis t.d., kropsmál ella yvirsíggja persónin
  • er ágangur á ymiskum sosialum miðlum  t.d. facebook, snapchat o.l.

Ósemjur

  • Ósemjur er tá talan er um ymisk sjónarmið millum tveir ella fleiri persónar. Ósemjurnar kunnu hava við sær kroppsligar ella munnligar ”kampar”.
  • Samanbresur í orðum ella kroppsliga grundast ofta á væntandi samskifti millum partarnar og ella væntandi viðurkenning av sjónarmiðunum hjá mótpartinum.

Støðan

Vit vilja seta okkum tað mál at gera eina trivnaðarkannin skúlárið 2016/2017 so at vit fáa eitt betur innlit í hvussu støðan er.

Fyribyrging

Hetta gera vit

  • Vit hava ein trivnaðardag um árið. Endamálið er at menna og styrkja: Tolsemi, virðing, tryggleika, ágrýtni, álit, ábyrgd og ymisleika.
  • Skúlin skipar fyri foreldrafundum, floksfundum, samrøðum, vinarbólkum, spælilið, seturskúlum, evnisvikum og trivnaðátøkum í gruddeildini saman við næmingunum.
  • Næmingar verða tiknir við í reglugerðum fyri flokkin.
  • AKT – toymið, SSP lærari, heilsufrøðingur, skúlavegleiðari, serlærari og læraratoymið arbeiða fyri at allir næmingar trívast á skúlanum.

 

Leiklutur næminganna er týdningarmikil, tí tað eru jú teir, ið hava fingurin á pulsinum og vita um møguliga happing.

Næmingarnir skulu tora at siga frá, tá teir halda, at onkur ikki hevur tað gott.

Foreldranna uppgáva er í uppalingini at læra barnið at tosa við virðing um onnur – og tora at siga frá á røttum staði, tá tey halda okkurt er galið.

 

Blanda okkum uppí

Lærarar, foreldur og flokkurin skulu vera tilvitað um, hvussu næmingarnir trívast.

Tá vit varnast,  at næmingur ikki trívist, skal flokstoymið hava ein fund um hetta og finna møguligar loysnir. Neyðugt er at toymið prátar við viðkomandi næming og gevur heiminum boð um støðuna. Um støðan er álvarslig, kunnu AKT, leiðsla, heilsufrøðingur og barnavernd koma inn í málið.

 

Tá happing er staðfest

  • Flokstoymið tosar við viðkomandi partar.  Flokstoymið skal tosa við tey, sum hava við happingina at gera, flokkin um neyðugt og tosa við viðkomandi familjur.
  • Um neyðugt, so verða, leiðsla,  AKT toymið, SSP lærari, heilsufrøðingur boðsendur.
  • Foreldur verða kunnað um tiltøk í flokkinum ella kallað inn til samrøðu, um hetta er neyðugt.

 

Hvussu tryggja vit okkum at happingin ikki endurtekur seg

  • Læraratoymið tekur javnan trivnað upp at venda á fundum.
  • Toymið Leggur tiltøk og ætlanir fyri trivnað í flokkinum og eftirmetir hesi.

 

Hvønn kunnu næmingar, starvsfólk og foreldur venda sær til við spurningum um hvussu næmingar trívast socialt.

  • Næmingar fara til vaksnan persón, teir hava álit á: t.d. foreldur, flokslærara
  • Starvsfólk fara fyrst til flokslærara/toymisleiðara
  • Foreldur fara fyrst til floslæraran/toymisleiðara


 

LEIÐSLAN

Fyri at fremja trivna og læring og fyri at arbeiða í móti happing í skúlanum, syrgir leiðslan fyri

  • saman við AKT fólkum, at uppgávurnar eru greiðar í mun til happing
  • at allir lærarar eru skipaðir í toymi, sum starvast um trivnað og læring hjá næmingunum
  • at í hvørjari deild er AKT fólk, sum virkar kunnandi og stimbrandi í mun til trivnaðarspurningin
  • at stuðla undir trivnaðartiltøk
  • at tryggja at fyribyrgjandi arbeiði verður raðfest, soleiðs at starvsfólk og næmingar kunnu menna sínar førleikar
  • saman við AKT og lærarum at eftirmeta trivnaðarætlanina í mun til nýggja vitan

 

Í gerandisdegnum skal leiðslan stuðla toyminum, men er mál av slíkum slag at bæði toymið og AKT hava roynt seg, kallar leiðslan avvarandi inn til at gera eina ætlan fyri at loysa málið.

Í tann mun tað letur seg gera, skal skúlin raðfesta menning av starvsfólkunum á trivnaðarøkinum.

Skúlin hevur útbúgvin starvsfólk, sum kunnu geva lærarum, sum kenna seg at mangla vitan á økinum, ráð og vegleiðing.

 

Samstarv

Samstarvið millum skúla og frítíðarskúla verður raðfest.

Toymini samstarva við frítíðarskúlan um felags mál.

 

Skúlastýrið

Skúlastýrið

  • er hoyringspartur í eini trivnaðarætlan
  • virkar fyri at foreldrini taka ábyrgd av trivnaðinum hjá næmingunum
  • samstarvar við felags foreldraráðið
  • er bindilið millum leiðslu og foreldraumboð